Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Aftur í ár var vælumtókti Rørslufagnaðurin, sum Fólkaheilsuráðið saman við Tórshavnar kommunu skipaðu fyri. Hesaferð var tiltakið í Gundadali har umleið 2.500 fólk vóru samlað

fyri at vera virkin saman við øðrum. Fjøldin var fjølbroytt – børn, ung og eldri – sum tóku væl undir við boðskapinum um at røra seg saman við øðrum uppá ein meiningsfullan máta.

Bárður Persson bjóðaði vælkomin, Annika Olsen, borgarstjóri og Jón Klein Olsen, ráðslimur í Fólkaheilsuráðnum hildu røðu áðrenn Jensina Olsen hitaði upp við sínum lætta og stuttliga undirhaldi og hevði gjørt ein ABC sang, sum fjøldin tók væl undir við. Egga (Jógvan) Jensen var kosin til ársins ABC fyrimynd og áðrenn farið var avstað oman til Sjónleikarahúsið klipti hann startbandið og síðani fór fagnaðargongan avstað. Tríggir dansarar í ABC litunum - lilla, grønt, blátt - settu dám á túrin saman við einum DJ, sum syrgdi fyri tí góða glaða tónleikinum. Nógvir luttakarar nýttu høvið at lata seg í okkurt litfagurt og stuttligt, millum annað vóru Karius og Baktus við.

Túrurin endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni millum annað ymisk bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, møguleiki var eisini fyri at hoppa band, ganga á línu, spæla kross og bolla ella gera fimleik. Stórur áhugi var fyri at telva simultan talv ímóti ársins telvara, Luitjin Apol. Børnunum dámdu væl at spæla við nýggju ABC krabbagágguna fyri børn.

Væl nøgdir luttakarar

Nakrir luttakarar søgdu soleiðis:

·    Eitt gott tiltak, eg komi púra einsamøll bara fyri at merkja atmosferuna.

·         Hetta er eitt tiltak, sum hevur manglað.

·         Eitt tiltak, har næmingar sleppa at folda seg út uppá ein annan máta, enn tey gera í skúlanum.

·         Super gott, ordiliga stuttligt, nógv man kann gera.

Hoyrt á túrinum:
Hann: Hví gongur tú so skjótt í dag?

Hin: Tíiiiíííííí...tað er RØRSLUdagur!!

Hann: Hetta er so stuttligt!

Hin: Ja, tað skuldi vart allan dagin!

Vit vóna, at øll hava fingið nakað gott burturúr og kunnu taka undur við, at tað er gott at røra seg; at gera tað saman við øðrum er enn betri og at gera tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøi.

Mett verður, at hetta er eitt av størstu og væl vitjaðu tiltøkunum hjá Fólkaheilsuráðnum.

Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar kommuna takka fyri góðan stuðul frá Føroya Keypssamtøku, Aurora Waters, Poul Michelsen og Ocean Rainforest, sum gjørdu tað møguligt at bjóða frukt, grønmeti, kaffi og te, vatn og tara til luttakararnar. 

Eitt ABC tiltak
Rørslufagnaðurin er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá føroyingum við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og luttaka í virksemi, sum gevur meining fyri ein. Sigast kann, at boðskapurin var í hásæti til tiltakið í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo