Almanna- og Mentamálaráðið: Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið skal styrkjast, og skipanin við miðlastuðuli eigur at stuðla undir hesum.
Samgongan er farin til verka at røkka hesum máli og hevur tí skotið upp á fíggjarlógini fyri 2024 at hækka árliga miðlastuðulin úr 2 upp í 3 mió. kr. Samstundis verður arbeitt við at broyta miðlastuðulslógina, tí verandi skipan hevur víst seg ikki at virka nóg væl í verki.
Upplýsast kann eisini, at nýggjur Public Service sáttmáli verður í næstum lagdur fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, og arbeitt verður eisini við at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo