Tað er púra óhoyrt, at leiðarin á einum kommunalum stovni ikki fær røkt sítt arbeiði fyri politiska myndugleikanum á staðnum.
Í einum innslag í Degi og Viku í gjárkvøldið, varð greitt frá, hvussu eitt heilt eldraøki í seinastuni er lagt lamið, tí tey fólkavaldu, sum eru í stýrinum fyri eldraøkið ikki finna stevið at skipa seg og sítt arbeiði soleiðis, at samstarvið við økisleiðaran kann halda fram ótarnað eftir kommunuvalið í heyst.
Tað er ein ábyrgdarleys skipan, sum í síðsta enda setir tað arbeiðið í váða, sum skal útinnast á stovninum - eitt arbeiði, sum má og skal kunna halda fram uttan mun til samstarvsevnini hjá teimum fólkavaldu.
Tað sum verður borið fram í Degi og Viku fríggjakvøldið 2. juli er dømi um, at skipanin av eldraøkinum er so veik, at hendan tænastan, sum eldri fólk hava krav upp á, kann leggjast lamin aftaná eitt kommunuval.
Eldranýskipanin er til eftirmetingar í Almannamálaráðnum. Tí hesir spurningar, ið hóskandi eisini kunnu vera settir avvarðandi landsmyndugleikum:
- Eru veikleikar í nýskipanini, sum hesin, vit nú uppliva í Økistænastuni fyri Sandoyar Sýslu, nakað sum er eftirhugt í hesum sambandi?
- Skulu vit vænta broytingar í lógini um eldrarøkt, sum tryggja, at fólk altíð fáa ta røkt og umsorgan, tey hava fyri neyðini?
- Skulu starvsfólk og leiðsla á slíkum professionellum tænastum hava dygdargóðar arbeiðsumstøður, líkamikið hvussu arbeiðslagið hjá fólkavaldum politikkarum í stýrinum fyri eitt eldraøki er?
Tað má vera eitt minstakrav.
Rakul í Gerðinum,
forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo