Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvat halda lesandi og nýútbúgvin um Føroyar? Hvørji viðurskifti hava týdning fyri, at føroyskir útisetar velja at flyta heim?

Hósdagin 2. mai kl. 19 skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri almennum tiltaki í Perluni í Havn. Á skránni verður framløga av nýggjari kanning um hugburð millum útisetar um Føroyar og síðan kjak.

Fyri færri enn 10 árum síðani var føroyska samfelagið hótt, tí mong fluttu burtur, meðan fá fluttu heimaftur.

Spurdi tú lesandi tá, hvat tey hildu um Føroyar, var svarið eitt annað enn tað er í dag. Tí gongdin er vend, og lesandi velja í størri mun Føroyar til enn áður.

Men hvør er orsøkin til góðu gongdina? Og hvønn týdning hava familja, vinir, føroyaumhvørvið og bústaðarviðurskifti? Fer góða gongdin at halda fram? Og hvat vantar?

Skrá:
- Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, bjóðar vælkomin
- Brandur Mortensen Nolsøe greiðir frá høvuðsniðurstøðunum í kanningini "Eitt stað uttan familju er bara eitt stað"
- Kjak við Barbaru Gaardlykke Apol og Tummas Jóhan í Djónastovu úr ávikavist SU og HUXA

Orðstýrari verður Rógvi Olavson.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo