Í gjár og í dag er orkuráðstevnan Ósvart í Norðurlandahúsinum. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum setti ráðstevnuna gjáramorgunin.
Heðin Mortensen byrjaði við at siga, at hetta hevur á mangan hátt verið eitt grønt ár hjá Tórshavnar kommunu, har kommunan hevur sett stór arbeiði í gongd at leggja um til grøna orku.
- Tórshavnar kommuna og Hugskotið byrjaðu árið við at skipa fyri tiltakinum Vinnuforum, har boðið varð inn til eitt spennandi tiltak, har vinnan og kommunan fingu høvið at hittast til netverkan og íblástur.
- Í vár varð sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.
Vit viðgjørdu millum annað burðardygt vinnulív, um hvussu stórar og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði, bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo