Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit fegnast um, at so mong hugsa um dagstovnaøkið og hvussu trupulleikarnir við starvsfólkatrotinum á økinum kunnu hjálpast.

Tá miðlar bera boð um støður, ið kunnu verða torskildar, kann boðskapurin onkuntíð gerast heldur einfaldur og tí eisini misvísandi. Fyri tað fyrsta er helst eingin skjót loysn, men tað eru viðurskifti, ið kunnu handlast uppá skjótt. Loysnir, sum yvir tíð bøta um støðuna.

Vit hava tí valt at leggja eina heldur drúgvari frágreiðing út.

Stutta útgávan er, at bøtast má um løn og arbeiðsumstøður. Eftirløn er eisini løn.

Lat ongan iva vera. Størsti trupulleikin er, at lønarlagið er ov lágt. Vanliga verður sagt, at útboð og eftirspurningur avgerð kostnaðin av einari vøru, eisini arbeiðskraft og harvið arbeiðsløn. Hendan mekanisma hevur tó týðuliga ikki virkað serliga væl á dagstovnaøkinum.

Hyggja vit eftir lønunum hjá hjálparfólkunum, liggur lønin væl undir eini arbeiðaraløn. Í stuttum merkir hetta, at lønin ikki er kappingarfør. Skulu fólk “lokkast” at starvast á dagstovnum er minsta kravið, at tímalønin er kappingarfør við arbeiðaralønina. Í flestu førum fáa fólk á dagstovninum heldur ikki fullan starvsbrøk, ella 40 arbeiðstímar um vikuna, og tá gerst lønin uppaftur lægri.

Ein annar trupulleiki er hugurin at seta fólk í tíðaravmarkað størv, serliga hjálparfólk. Fyri ein part av ungdóminum er hetta ikki ein trupulleiki – fleiri teirra hava bert ætlanir um at starvast á økinum í eitt gott ár, áðrenn tey fara víðari á lestrarleið síni. Tað er vanliga eisini mett at vera ein fyrimunur í fleiri útbúgvingum, at hava starvast í størvum, ið hava við menniskju at gera. Hesi hava tí ikki ætlanir um at arbeiða leingi á økinum.

Tíðaravmarkaðar setanir eru tó ein trupulleiki fyri tey, sum ynskja at starvast á økinum, kanska tí tey longu hava bundið seg til stór lán, tí tey skulu forsyrgja børnum, ella kanska tí tey ikki kenna seg før at fara undir eina fulla útbúgving á Setrinum. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Tíverri hevur almenni arbeiðsgevarin alt ov góðan hug at seta fólk í tíðaravmarkað størv. Vit síggja gongdina á dagstovnaøkinum, í fólkaskúlanum, og aðrastaðni við. Umberingin er – vit vita ikki hvørja játtan vit fáa næsta ár, ella, kanska kemur onkur aftur úr farloyvi.

Viðmerkjast skal, at sáttmálarnir og hátturin økið er skipað eftir í flest øllum kommunum, forðar ikki fyri, at hjálparfólk vera sett í fast starv. Um tað ótrúliga skuldi hent, at arbeiðsgevarin ikki hevur tørv á so nógvum starvsfólkum, ber til at fara undir eina uppsagnartilgongd.

Tá vit umrøða lønirnar hjá námsfrøðingunum er eisini týðuligt, at tær lønirnar eisini eru ov lágar, tá samanborið verður við aðrar útbúgvingar á sama støði. Hetta stavar helst frá einari politiskar avgerð á danska fólkatinginum í 1969, tá avgjørt varð, at hesi serligu kvinnuyrki, ella umsorganaryrki, ikki høvdu fyri neyðini at hava berandi inntøku, tá inntøkan bert skuldi brúkast sum lummapeningur, tí maðurin var forsyrgjarin. Hetta hevur fylgt námsfrøðingayrkinum, sum er sprottið úr heilsufakligu yrkunum, í nógv ár. Eisini í Føroyum.

Um vit samanbera lønirnar við privata arbeiðsmarknaðin er enn størri munur á. Men, á privata marknaðinum tykjast marknaðarkreftirnar at virka væl – og sleppur útboð og eftirspurningur har í størri mun at avgera lønirnar.

Eisini námsfrøðingar hava eina avbjóðing við, at størvini eru parttíð, og tá fæst ikki full løn. Orsøkirnar til hetta eru samansettar, har ein stórur partur av avbjóðingini liggur í, at arbeiðsumstøðurnar eru skipaðar á slíkan hátt, at torført er at arbeiða fullan starvsbrøk. Antin tí orkan ella skipanin forðar fyri hesum.

Fyri námsfrøðingar og hjálparfólk er eftirlønin á 12% eisini eftirbátur í mun til flest allar aðrar fakbólkar.

Tá umrøðan av arbeiðsumstøðum er á breddanum eru fleiri trupulleikar. Vit hava trupulleikar av, at høli ikki eru hóskandi. Í summum førum umbygdir bygningar, ið sjáldan eru egnaðir. Alt frá hvussu rúmini eru skipað, støddir og útiøki, til tey grundleggjandi tingini, so sum ljóðviðurskifti, inniluft og ljósviðurskifti kunnu vera ein forðan fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi. Verandi arbeiðsumhvørvislóg er ikki nøktandi á hesum øki, og eru oftani grásonur í mun til hvat starvsfólk skulu tola. Eg kann so eisini nevna, at barnið hevur ongi rættindi í mun til “arbeiðsumhvørvið”.

Fakligi spurningurin um at hava møguleika og umstøður at fyrireika og eftirmeta arbeiðið, bæði við starvsfelagarnar og einsæris hevur eisini týdning. Hesin tørvur er ikki minkaður sum árini ganga, og krøvini til stovnar og starvsfólk økjast. Nógv nýggj tøkni er at fyrihalda seg til, samskiftisformar og annað sum ger, at gerandisdagurin gerst torskildari enn hann einaferð var.

At vænta, at alt virksemið kann “ristast” úr ermuni á starvsfólkunum hvønn dag, er eisini ein niðran av barninum og fakkrøvunum á økinum. Sjálvandi skulu umstøðurnar tryggja, at neyðug tiltøk og námsfrøðilig góðska verður veitt á stovninum. Í dag verður væntað, at starvsfólk og stovnar skipa virksemi í mun til lógarverk, stevnumið og námsætlanir. Um hetta skal geva meining og gerast ordiligt, er neyðugt at starvsfólkini fáa fyrireika og eftirmett sítt virki.

Bíðilistar til útgreining av sertørvi til børnini er langur – og eru orsøkirnar til hetta eisini torskildar. Um námsfrøðingar høvdu betur umstøður vænti eg, at avbjóðingarnar hjá hesum børnum høvdu verði færri, tað er soleiðis vit kunnu tulka nakrar av niðurstøðunum hjá búskaparfrøðinginum ,James Heckmann (https://heckmanequation.org/). Sertørvur er eisini ein uppgáva, ið bleiv løgd út til kommunurnar og dagstovnarnar at røkja so seint sum í 2006, uttan at tíð og umstøður fylgdu við.

Eisini eru arbeiðsumstøðurnar samansettar av uppgávum, ið so líðandi sníkja seg inn, ella glíða inn á stovnar. Har gamalt var, at køksfólk stóð fyri mati, uppvaski og tí, sum hartil hoyrir, eisini á middegi, er skipanin nú spard burtur. Fyri starvsfólkini, námsfrøðingar og hjálparfólk, merkir hetta, at tey nú skulu umsita matpakkar, uppvask og rudding áðrenn og aftaná máltíðir.

Eisini eru tøkniligu broytingarnar stórar seinastu 20 árini. Fleiri av hesum krevja meira tíð, hóast tær skulu eitast at lætta um gerandisdagin. Ein einføld støða var, at áðrenn talgylta myndin var ein møguleiki, var langt ímillum myndatøkurnar. Meðan gerandisdagurin í dag er væl skrásettur gjøgnum talgildar myndir við fartelefonum og samskifti gjøgnum foreldraappir og á annan hátt. Hetta krevur tíð og umstøður at gera.

Har vaskifólk fyrr høvdu fleiri tímar, eru tímatalið og uppgávur spard burtur, og lagdar út til starvsfólkini. Eitt nú vask av leikum, lutum og aðrari útgerð, umframt upp og niðurvask. Ein kanning, bíløgd av Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Pedagogfelagnum vísti eisini, at slíkar praktiskar uppgávur fyltu nógv á dagstovnunum.

Søguliga gongdin er, at fleiri og fleiri børn vera “proppa” saman. Har vøggustovurnar fyrr rúmaðu 10 børnum er vanliga talið í dag millum 12-14 børn. Har trý ára aldurin var markið fyri nær barnið bleiv flutt í barnagarðsstovuna, er markið fleiri staðni farið niður á tvey og eitt hálvt. Minni tey eru, meira óhjálpin eru børnini. Samstundis fara fleiri og fleiri av teimum stóru í forskúla, og harvið gerst miðalaldurin á børnunum í barnagarðsstovunum lægri. Barnagarðsstovurnar skulu í dag eisini hýsa fleiri børnum enn fyrr.

Okkara uppáhald er, at fleiri av praktisku uppgávunum eru við til at stjala tíð frá kjarnuuppgávuni, ið er at vera saman við børnum. Hesar praktisku uppgávur verða eisini loystar meðan ein er saman við børnum, og er hetta eisini við til at tyngja arbeiðsdagin. Tí kann tað hugsast, at uppgávan varð betur loyst, um børnini ikki vóru við.

Á fleiri arbeiðsplássum eru eisini skipanir uppbygdar, ið heilt einfalt bert loyva 30/35 tíma størvum – tí annars heldur tímajáttanin ikki. Arbeiðsætlanin krevur, at allur dagurin og øll vikan verður “dekkað”. Og um stovan ikki hevur “nokk” av tímum, kann hetta eisini gerast ein avbjóðing. Flestu stovnar fáa tillutaðar starvsfólkatímar fyri hvørt einstakt barn, og nógv børn skulu til fyri at útloysa fulltíðarstørv.

Hesar arbeiðsumstøður eru við til at gera tað torført hjá fólki at arbeiða fulla tíð á dagstovnaøkinum. Lønin og umstøðurnar leggja heilt einfalt ikki upp til, at tað loysir seg, og skipanin kann mótvirka tí. Flest øll ynskja at hava nakað av orku eftir til egna familju eftir loknan arbeiðsdag.

Samstundis, sum hesir trupulleikarnir eru á økinum, hava kommunurnar eisini bygt fleiri og fleiri stovnspláss, eftir, at dagstovnaøkið var lagt út til kommunurnar at umsita. Kommunurnar hava í stóran mun “runnið” aftaná tørvinum, og hevur teirra fokus í størstan mun verið at útflýggja / skaffa stovnspláss til børnini. Alt meðan landið hevur forsømt at fyrihildið seg til økta starvsfólka- og serstakliga økta námsfrøðingatørvin.

Seinastu 10 árini ella meira hevur verið eitt tíðarskeið við fólkavøkstri, sum púra víst hevur lagt stórt trýst á kommunurnar. Kanska meira í  miðstaðarkommunurnar enn í útjaðaranum. Fólkavøksturin hevur eisini merkt, at vanligi føroyingurin skal venja seg við at møta øðrum mentanum og málum, eisini á dagstovnunum.

Sum fakfelag teirra, ið starvast á námsfrøðiliga virkisøkinum, hava vit alla tíðina roynt at bøtt uppá hesi viðurskifti. Boðskapurin er allarhelst torskildur, eins og veruleikin er.

Hetta er støðan í dag: Starvsfólkatrot, skert virksemi, og nógv óroynd starvsfólk á økinum. Valið stendur ímillum at bjóða stovnspláss, ella, at fólk ikki sleppa út á arbeiðsmarknaðin, við øllum teimum avleiðingum, sum tað ber við sær.

Og sjálvandi vera stovnspláss tað sum kommunurnar royna at veita foreldrum – og satsa uppá, at starvsfólkini verða funnin.

Ávaringar hava verið í fleiri ár. Fallandi talið av umsøkjarum til Námsvísindadeildina ber eisini boð um, at átøk skulu til,  soleiðis, at økið gerst meira lokkandi. Fá starvsøki, um nakað, hevur so góðar rekrutterings-møguleikar. Stórur partur av ungdóminum hevur í onkrum tíðarskeiðið í teirra lívi verið til arbeiðs á dagstovnum ella í frítíðarskúlum runt um í landinum, serstakliga í Tórshavn. Um hesi ikki tá hava fingið áhuga fyri at útbúgva seg á økinum, er tað eitt týðiligt tekin um, at atdráttarmegin á økinum er ov vánalig. Onkur hevur viljað givið Setrinum skyldina. Útbúgvingin er ov akademisk, ov bóklig, men tað er ikki bert í Føroyum, at talan er um minkandi áhuga, støðan er tann sama í Danmark.

Onkur heldur loysnina vera, at børnini skulu vera heima longri enn tey eru í dag. Verandi barsilslóg letur børnini vera heima til tey eru umleið ársgomul. Lat ongan iva vera um, at allar flestu børn hava tað best hjá foreldrunum, men børn hava eisini gott av at koma út millum onnur børn og fáa aðrar ávirkanir. Tað er tørvur á einari meira lagaligari skipan, sum eisini kundi minkað um tørvin ella trýsti á vøggustovuplássum.

Fyri summi er loysnin at lakka fakligu krøvini til dagstovnarnar – ella at “tynna suppuna”, so hon røkkur longri. Fyri okkum at síggja er tað øvuta neyðugt. Vit mugu hækka krøvini og væntanirnar til okkara stovnar, og tryggja stovnunum møguleikan at liva upp til hesi krøv.

Vit í Pedagogfelagnum hava boð uppá, hvussu støðan kann broytast. Fleiri av átøkunum kunnu setast í verk nú, hóast vit nokk ikki kunnu vænta okkum stundisliga broyting.

Lønin kann, sum verandi samgonga hevur lovað, vera lyft – og um orðini hjá løgmanni í løgmansrøðuni skulu takast fyri fult, so er ætlanin, at lønarlyftið skal gera upp við teir skeivleikar, ið eru. Men, hetta er ikki nokk í sær sjálvum. Neyðugt er eisini at hyggja eftir arbeiðsumstøðunum, soleiðis, at arbeiðsdagurin verður skipaður á ein hátt, at til ber at arbeiða fulla tíð, uttan at familjan skal fella í órøkt.

Stytta arbeiðsvikan er ein liður í hesum og verður vónandi ein stór hjálp. Men, hyggjast má eisini uppá at tryggja góðar stovnar, bæði fysiskt og sálarliga. Tað sálarliga snýr seg í stóran mun um at tryggja, at arbeiðsumstøðurnar eru nøktandi. Herundir støddir av barnabólkum, møguleikan at leggja gerandisdagin til rættis og eftirmeta námsfrøðina. Um rætt verður borið at, høvdu fleiri orka at arbeitt fulla tíð, og varð góðskan úti á stovnunum harvið betri.

Pedagogfelagið hevur sjálvsagt eisini boð uppá fleiri av hesum viðurskiftunum. Vit skulu eisini mæla til, at tilmælini frá Dagstovnaráðnum frá 2023, “Fyri barnsins besta” verður fylgd, samstundis, sum tilmælini frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag verða fylgd.

Pedagogfelagið fer nú til samráðingar við tí fyri eyga at fáa ítøkiligar avtalur, ið kunnu virka fyri, at økinum er lív lagað, og at starvsfólkatrot ikki bara heldur fram.

Lønirnar mugu hækkast og arbeiðsumstøðurnar betrast.

Børnini hava uppiborið tað besta samfelagið megnar at bjóða.

Jógvan Philbrow, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo