Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"Óhefti" politiski viðmerkjarin hjá almenna Kringvarpinum, Eirikur Lindenskov, skrivar í gjárkvøldið á portalinum, sum hann er stjóri á, yvirskriftina: "Jørgen skemtar við at hava koyrt fullur".

Og eftir tað kemur øll søgan umaftur um Jørgen, sum fyri 8 mánaðum síðani var tikin, um hvussu høg promillan var o.s.fr., o.s.fr.

Viðfest er eisini ein leinkja til Youtube, sum eg sjálvandi trýsti á.

Greinin hevur til endamál at fáa lesaran at trúgva, at Jørgen Niclasen situr og skemtar um mistakið, hann fyri 8 mánaðum síðani gjørdi.

Søgan er tann, at vinmaður Jørgen, Jákup á Stongum, hevur gjørt stuttan sang og lagt hann á netið, har hann syngur um, at vit velja sørving á fólkating, og at honum nýtist ongan bil, tí hann flýgur beinleiðis.

Jørgen Niclasen skemtar als ikki við hesum, sum óhefti viðmerkjarin hjá Kringvarpinum leggur hann undir at gera.

Honum nýtist ongan bil, sjálvandi tí at hann býr beint við flogvøllin.

Jørgen hevur annars eisini goldið fulla prísin fyri tað, hann hevur gjørt, og biðið alt Føroya fólk um umbering.

Nú er hann, eins og øll onnur fullgreiður um, at tað er veljarin, ið avgerð, hvussu verður og ikki.

Men tað, sum undrar meg mest, er hvat, ið drívur Eirik til at koma við slíkum ósannindum beint uppundir val.

Hvat er tað sum fær hendan almenna viðmerkjaran í Kringvarpinum, sum vit ivaleyst skulu halda er óheftur og neutralur, at koma við hesum, sum bara kann skaða valstríðið hjá Jørgen.

Hetta kunnu vit sjálvandi bara ætla um, og um hvør, ið eisini stendur aftanfyri.

Eyðun á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo