Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ónsdagurin 24. okt. 2018 var ein søguligur dagur, tá 300 næmingar úr 6. flokkum kring alt landið kappaðust í fyrsta umfari av nýggju fótbóltskappingini Skúlafótbóltur í Marghøllini í Vági.

Útvið 250 skúlabørn og lærarar komu suður við Smyrli tíðliga ónsmorgun og við bussi varð leiðin løgd til Vágs, í nýggju Marghøllina inni á Oyrunum í Vági.

Í Marghøllina bjóðaði Dennis Holm, borgarstjóri, vælkomin og so varð farið ígongd við at spæla fótbólt og spælt var í útvið 6 tímar, frá kl. 11.30 til kl. 17.30.

Fyrst spældu gentuliðini og dreingjaliðini, síðani blandaði lið – og tá kappingin varð endað, vóru fyrstu finalistarnir til stóra finaludagin í mai 2019, funnir.

Gentufinalan hjá 6. flokki verður millum SvL 188 frá Skúlanum við Løgmannabreyt og Girl Power frá Sankta Frans Skúla.

Dreingjafinalan hjá 6. flokki verður eisini ímillum lið frá Skúlanum við Løgmannabreyt og Sankta Frans Skúla: SvL 2 frá Skúlanum við Løgmannabreyt ímóti Mbappe dreingjum frá Sankta Frans Skúla.

Í blandaðu liðunum verður talan um finaluumfar í mai 2019, har hálvfinalur og finala verða á skrá. Og tey fýra liðini, sum hava vunnið seg víðari til finaluumfarið hjá blandaðum liðum í 6. flokki eru: Hoy1, Hoyvíkar Skúli, Hoy2, Hoyvíkar Skúli, Skráli, Skála Skúli og Team SAF, Skúlin á Fløtum.

Umframt at spæla fótbólt, so vóru børnini eisini og svumu í Páls Høll – og fóru tey fleiri enn 300 børn og vaksin væl nøgd til húsa aftur eftir ein góðan og søguríkan dag í Marghøllini í Vági.

Næsta umfar í Skúlafótbólti verður ónsdagin 31. okt., tá 4. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági. Tilmeldingarfreistin til kappingina hjá 4. flokki er fríggjadagin 26. okt. 2018.

Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og BankNordik er høvuðsstuðul.

Fleiri myndir eru á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo