Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Útistongd" er fjórða skering og fjórða staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“ hjá Elini Brimheim Heinesen, sum kom út í summar.

Staklagið kemur út fríggjadagin 14. september 2018 á iTunes og Spotify.

Sjálv sigur Elin soleiðis um lagið: „Hetta lagið skrivaði eg á heilt ungum árum um tveir vinir, eg hevði, sum kendu seg noyddar at flyta úr Føroyum. Hetta kundi eins væl snúð seg um øll, ið av ymsum ávum ikki kenna, at tað er pláss fyri teimum í Føroyum. Mínir vinir vóru par og óttaðust samfelagsins dóm og ta viðferð, teir væntaðu at fáa, um teir dittaðu sær at vísa kærleikan til hvønn annan opið. Samfelagið var ikki serliga tolsamt mótvegis samkyndum júst tá, og samkynd vóru ikki altíð líka væl viðfarin, so tey flestu valdu at rýma úr Føroyum – ofta við sorg í hjartanum og við sakni eftir elskaða heimlandinum. Hetta er tíbetur broytt nógv til tað betra í dag. Men tað er umráðandi at minnast til, hvussu tað var einaferð, soleiðis at vit tryggja, at tað ongantíð verður soleiðis aftur. “

Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: heinesen.fo

Fylg Elini her: www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo