Stutt fyri jól legði Ólavur Clementsen árarnar inn. Hann var mettur av døgum, nú hann andaðist 88 ára gamal. Við honum fór ein av teim seinastu matrikulmonnunum, sum frá byrjan og til enda var við til at matrikulera allar Føroyar.
Ólavur Clementsen var borin í heim ólavsøkudag í 1935 og vaks upp heima á Sandi. Hann hevði ígjøgnum alt lívið ein stóran tokka til heimbygdina, og hevur m.a. lagt eina bók eftir seg um ymsar hendingar knýttar at Sands bygd. Eftir at hava tikið studentsprógv á Føroya Studentaskúla, sum tá helt til á VBV, gjørdist hann í 1954 næmingur á Matrikulstovuni. Stovnurin var ein tann fyrsti undir tí nýggju heimastýrisskipanini, og hann hevði sum sína fremstu uppgávu at staðseta og skráseta alla fasta ogn í Føroyum.
Arbeiðið við jørð og jarðarviðurskiftum festi í ein neista av áhuga hjá tí unga heimasandsmanninum, sum eftir stutta tíð á Matrikulstovuni valdi at fara undir lesnað til landmálara í Noreg. Hann varð liðugt útbúgvin sum útskiftingarkandidatur í 1961, og fór beint aftur í starv á Matrikulstovuni. Ábyrgdarøkið gjørdist fyrst og fremst útskifting av jørð, har tann mangan smábýtta jørðin í føroysku bygdunum bleiv savnað í størri eindir. Útskiftingar innangarðs var eitt langdrigið og møtimikið arbeiði, har arbeitt varð við bygd fyri bygd. Men Ólavur var bæði áhaldandi og nærlagdur og dugdi somuleiðis væl at vinna sær álit millum fólkið á staðnum. Júst hetta hevur stóran týdning, tá so stór inntriv, sum at skipa alla jørð av nýggjum, verða gjørd í eini bygd.
Føroyar blivu matrikuleraðar av nýggjum í tíðarskeiðinum 1962 til 1997, og Ólavur Clementsen var við frá byrjan til enda. Matrikuleringin av eini heilari bygd fevndi um fleiri ársverk. Tá vóru samfeðrslumøguleikarnir ikki sum nú, og tað var t.d. ikki altíð líka tespiligt at fara við Vesturleið úr Havn vestur til Miðvágs, ella við Barsskor til Mikladals. Matrikulfólkini máttu ofta vera úti á bygd í vikuvís og onkuntíð enntá í mánaðir, og sum persónur egnaði Ólavur seg sera væl til henda arbeiðsháttin. Hann hevði lætt við at koma í samband við fólk og var altíð prátingarsamur. Hartil var hann begávaður við einum sera góðum minni, og tí kundi hann práta um lokal viðurskifti eins væl sum tey, ið altíð høvdu búð á staðnum. Serliga staðanøvn legði hann sær væl í geyma, og við tíðini gjørdist hann nærum eitt leksikon í føroyskari landafrøði. Tá Sjónvarp Føroya seinast í 80’unum gjørdi spurnakappingina “Kennir tú land títt?” um føroyska landafrøði, var tað Ólavur Clementsen sum gjørdi spurningarnar, eins og hann eisini var dómari.
Hóast hann blaðungur flutti úr heimbygdini, gloymdi Ólavur ongantíð sínar røtur. Í 1981 lat hann bókina “Søgur og skemt av Sandi” úr hondum, eins og hann í nøkur ár stóð fyri ritinum Kvørnin, sum Sands fornminnafelag gav út. Hann undirvísti í fleiri ár í ættargransking, og var fleiri ferðir biðin um at kanna ættarbond í samband við ymsar sjúkur. Hann var eisini ítróttaráhugaður og B71’ari um ein háls. Tað fløvaði tí serliga nógv, tá B71 vann teirra tiltikna FM-heiti í 1989, har sonurin Sofus – sum tíverri fór alt ov tíðliga – var ein av leikarunum. Sjálvur var Ólavur eisini ítróttarmaður. Í lestrartíðini í Noreg íðkaði hann fimleik, og tá hann eitt skifti arbeiddi í Miðvági, bleiv hann biðin at rógva við Miðvingi.
Ólavur dugdi sera væl at stinga fingurin í jørðina og vísa virðing fyri tí staðbundna og siðbundna. Onkuntíð førdi tað til, at hann nærum gjørdist partur av bygdarlívinum har hann arbeiddi, og hetta kundi av og á elva til stuttligar støður. Tá hann kom aftur á Matrikulstovuna eftir eitt longri tíðarskeið í Vágum, løgdu starvsfelagarnar til merkis, at hann var farin at drynja. Og eina aðru ferð, tá hann baksaðist við at seta mark aftaná eina útskifting, bleiv ein av bygdarmonnunum við at amast uppi í hann. Helst kom hetta av, at hann var ónøgdur við eitthvørt. Knappliga brast ein úthurð upp, og ein harðmælt kona hoyrdist rópa: “Nú tigur tú og letur hann fáa frið at arbeiða, annars blaki eg teg í ánna!”
Alt hevur sína tíð. Ólavur Clementsen endaði sítt lívsstarv á Matrikulstovuni í stjórastarvinum, har hann tók við eftir Ólávus Danielsen. Hann gjørdist tó ikki gamal í hesum sessinum, sum hann bara røkti í eini tvey ár.
Tað mundi vera lagnunnar speisemi, at Ólavur Clementsen á lívskvøldi sínum spakuliga fjaraði burtur úr hesum heimi, meðan allur hansara kunnleiki spakuliga kámaðist burtur. Men soleiðis fer verðin við øllum, kann kanska sigast.
Við samkenslu til tey, ið eftir sita.
Starvsfelagar á Matrikulstovuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo