Skúlablaðið: - Ert tú tilflytari og ikki lærir føroyskt, gongur tað út yvir barnið; tískil mugu myndugleikarnir taka undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar við børnum í størsta álvara, sigur Katrin E. L. Jacobsen, M.A. í føroyskum og norðurlendskari mentan.
- Men hóast tú ikki hevur barn við, so haldi eg, at tað eigur at vera eitt krav um, at tú lærir føroyskt; tað er neyðugt at duga málið fyri at kunna vera ein fullgildigur limur í samfelagnum og fyri at kenna bæði tínar skyldur og tíni rættindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo