Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Leicester City brendi ein málmøguleika fyri og annan eftir. 

Framherjin Jamie Vardy varð skiftur inn, tá ein tími var leiktur, og tað fyrsta, hann skuldi gera, var at skjóta brotsspark, sum James Maddison hevði fingið, og javna til 1-1.

Men í staðin brendi hann, og tríggjar minuttir seinni skjeyt vandamikli danski miðvallarin Christian Eriksen bóltin í kassan hjá landsmanninum hjá sær, Kasper Schmeichel.

Sostatt var støðan 2-0 til Tottenham og brekkan tung at ganga hjá fyrrverandi meistarunum úr Leicester City.

Jamie Vardy gjørdi hareftir skaðan góðan aftur, tá eitt gott korter var eftir at leika av dystinum, men hóast Leicester City trýsti og trýsti eftir hetta, bar ikki til at fáa útjavnandi málið.

Spælið hjá Leicester var avbera gott frameftir, helst betur enn tað hjá Spurs, men tað ræður um at skjóta bóltin í málið; nakað, sum James Maddison, Harvey Barnes og Demarai Gray ikki megnaðu.

Hinvegin var koreanin hjá Spurs, Son Heung-Min ísakaldur, tá hann fekk eitt kontraálop í 91. minutti.

Harvið var dysturin avgjørdur.

3-1 til Spurs, sum við sigrinum í dag leggur trýst á Liverpool og Manchester City.

Spurs hevur 60 stig fyri 26 dystir á 3. plássinum í Premier League, meðan Liverpool hevur 65 stig fyri 26 dystir á 1. plássinum.

Seinni í dag spælir Manchester City, sum hevur 62 stig á 2. plássinum í Premier League, ímóti Chelsea, sum hevur 50 stig á 5. plássinum.

Leicester, hinvegin, hevur spælt avbera væl teir síðstu tríggjar dystirnar ímóti Liverpool (1-1), Manchester United (0-1) og Tottenham (1-3), men brenna alt ov nógvar málmøguleikar og liggja á einum skuffandi 12. plássi í Premier League við 32 stigum.

Davinson Sanchez skjeyt 1-0 málið hjá Spurs í dag. Málið kom í 33. minutti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo