Skúlablaðið: Í januar í 2018 stóð áhugaverd grein at lesa í Miðnámsriti, sum Alex Ocampo, lestrarvegleiðari og lærari á miðnámi á Glasi Marknagil, hevur skrivað.
Í greinini vísir Alex á, at síðan 2015 eru í miðal yvir 21 prosent av næmingunum á yrkisnáminum FHS givin á hvørjum ári, meðan talið fyri búskaparbreytina á gymnasiala miðnáminum er 12 prosent í miðal.
Seinast ein kanning varð gjørd í Hoydølum, lá fráfallið á góðum 6 prosentum, og tá var eisini spurt, hvørjar orsøkirnar eru fyri fráfallinum; orsøkirnar vóru fleiri og ymiskar, alt frá, at næmingarnir eru skúlatroyttir til svárar, persónligar trupulleikar, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Hon metir, at talið fyri fráfalli á Glasi Hoydølum liggur eitt stað millum 8-10 prosent í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo