Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Eitt fostur er eitt menniskja – tað mest hjálparleysa menniskjað í heiminum.

Tað er ófatiligt, at politikararnir kunnu tosa seg burtur úr hesi sannroynd. Tað er ikki loyvt at drepa børn. Tað er ikki loyvt at drepa vaksin. Tað er ikki loyvt at drepa gomul. Eingin kann krevja at fáa tey „fjernað“, heldur ikki ein læknanevnd ella alment sett starvsfólk.

Men mítt barn kunnu tey taka – tí hann er ikki føddur.

Í kvøld eri eg bangin. Hvønn er tað, tey ætla at „fjerna“, beina burtur? – Ein lækna, ein vísindamann, ein rithøvund, ein statsmann, ein bjargingarmann, sum kann bjarga okkum øllum?

Mítt barn, nei, tað nýtist ikki at verða nakað stórt, ikki nakað flogvit – bara eitt menniskja. Tað aleina gevur honum rætt at liva, bæði undan og eftir føðing. Skilir tú nú, hví eg eri so bangin í kvøld, Ingi, farbróðir? Tú mást skilja tað.”

- - -

Hetta er brot úr bókini “BRØV FRÁ LÍV”, sum júst er komin á marknaðin!

Lív, ein heilt ung genta, sendir nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku.

Hon sær sær als ongan útveg.

Bókin er eitt grípandi íkast til fosturtøkukjakið, skrivað við støði í veruligum hendingum!

Jógvan á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo