Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 1849 varð nakað, sum líktist fólkaræði í danska kongsríkinum, men tað varð broytt í 1855, tá ið kongurin aftur fekk politiska valdið við at leiða fremsta setrið í Ríkisráðnum, har allar týðandi avgerðir verða tiknar, tað er tí ikki á Fólkatingi, har allar týðandi avgerðir verða tiknar. Í 1849 hevði kongurin bert hernaðarligt vald í danska kongsríkinum.

Ráðharrarnir (ministararnir) kunnu bara rætta hond sína upp í Ríkisráðnum og bíða eftir at verða spurdir. Teir hava einki vald í sjálvum sær uttan bert kongsins (ikki fólksins) delegera (umboða) vald. Einhvør ráðharri (ministari) tænir tí altíð monarkinum og ongantíð fólkinum. Sama ger seg galdandi fyri sokallaðu føroysku fólkatingslimunum.

Landsstýrið er fyri so vítt einans at rokna fyri ein danskur ministari, ið eisini er ein tænari hjá monarkinum/einaræðisharranum.

Tá monarkurin hevur oddasessin í Ríkisráðnum (Grundl. §17) og útinnir vald sítt gjøgnum sínar ráðharrar/ministarar (§12), og omaná tað heila kann monarkurin ikki revsast líkamikið hvørji brotsverk monarkurin útinnir/setir í verk (§13), so hevur monarkurin ALT valdið og ikki bert partvíst, ei heldur skert vald, ið ávirkar monarksins einaræðis vald av týdningi. Tvs., at í versta førinum kunnu ráharrarnir (ministararnir) revsast fyri brotsverkini hjá monarkinum. Men hetta verður billa fólkinum inn, at tað er eitt demokratiskt fólkavalt fólkastýrið ið talan er um, - hvussu tápulig kunnu fólk ikki vera at slúka tílíkum lygnum rátt?

Allar týðandi avgerðir verða tiknar í Ríkisráðnum av monarkinum, áðrenn tær koma í fólkatingið til viðgerðar fyri sjónarskyld, so tað sær út til, at fólkið hevur nakað at siga. Tað gevur regentinum ósjónligt fullvald aftanfyri gardinurnar, so sjálvandi skrivar monarkurin undir uppá ting og sakir, sum monarkurin sjálvur EINSAMALLUR hevur avgjørt frammanundan, og sum fólkatingið frammanundan hevur fingið boð um frá monarkinum í Ríkisráðnum at verða góðtikið av einum meiriluta í fólkatinginum. Restin er bert ein sjónleikur fyri gallaríinum.

Um ráðharrarnir/ministararnir ikki kunnu finna ein máta at lýða monarkinum, halda teir ikki §12 í stýrisskipanarlógini, og tá kunnu teir møta §32 undir punkti. 2. ella, um monarkurin velur at verða meiri grovur í síni avgerð, so §16. Antin koyrir monarkurin teir úr starvi ella ákærir hann teir.

Gevið gætur, at §32 stk. 2. varð gjørt eftir páskakreppuna soleiðis, at tað ikki hendi aftur.

Tað eru nakrir politikarar, sum hava sagt sannleikan (bara ikki í Føroyum), at kongurin/monarkurin/regenturin bestemmar og ikki forsætisráðharrin, ei heldur fólkið, men tað er sum um fólkið ikki vil hoyra tað. Her eru nøkur fá dømi:

Søren Pind (hóast svikaligur í sínum verki) skrivaði sannleikan, tá hann skrivaði, at ráðharrarnir/ministararnir eru tænarar hjá monarkinum, ikki fólksins tænarar.

Helle Thorning Schmidt segði sannleikan í røðu síni til nú fráfarnu drotningina, at hon (fráfarna drotningin) hevur, við síni vitandi leiðslu (med sin kyndige ledelse), staðið á odda fyri 8 forsætisráðharrum og nógv fleiri stjórnum og ráðharrum/ministarum. Sí video 1.

Morten Messerschmidt segði sannleikan, tá hann segði, at ráðharrarnir/ministararnir, uttan iva, eru tænarar hjá monarkinum (ikki fólkinum). Sí video 2.

Jacob Ellemann-Jensen segði sannleikan, tá hann segði, at forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er eitt slag av miðalstjóra (mellemleder), og monarkurin teirra stjóri (Min chef er hendes majestæt, dronningen/monarken/regenten). Hann var eisini kallaður inn sjúkur, tað var drotningin ikki sørt glað fyri. Altso, tá saman um kemur, so er monarkurin stjórin í donsku stjórnini og ikki forsætisráðharrin! Sí video 3

Morten Dahlin: Tá tú fært møguleikan at traðka inn í "hennara hátign DROTNINGA STJÓRN", sigur tú JA. V.ø.o., so er danska stjórnin = stjórnin hjá monarkinum – ikki fólksins stjórn og tískil ikki talan um eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræði! Harvið ei heldur í Føroyum ella Grønlandi! Sí video 4

OG MONARKURIN ER IKKI FÓLKAVALDUR!

Avrunding:

Billa hevur altíð verið fólkinum inn, at stýrishátturin í sokallaða Ríkisfelagsskapinum kemur inn undir heitið ”demokratiskt fólkavalt fólkaræði.” Hetta er sjálvsagt ein lodrøtt lygn.

Danska grundlógin sjálv avdúkar fyri okkum hvat slag av stýrisskipan altíð hevur verið talan um. Danska grundlógin avdúkar hettar fyri okkum: ”Regeringsformen er indskrænket-monarkisk. Kongemagten nedarves til mænd og kvinder efter de i tronfølgeloven af 27. marts 1953 fastsatte regler.” (§2).

Her skal ein serliga bíta merki í tekstin sum avdúkar, at ”KONGALIGA VALDIĐ ER ARVAĐ AV MONNUM OG KVINNUM” eftir ávisum reglum, sum eru ásettar í lógini um trónuskifti frá 27. mars 1953." (§2). Hetta merkir, at bara fólk innanfyri royalu familjuna kunnu arva hetta stjórnarvald.

Og verður stjórnarvaldið yvirlatið gjøgnum ein familjuarv, hvussu kunnu politikkarar tá fáa seg til at trúgva tí og billa sær sjálvum og fólkinum inn, at talan er um eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræði??? IMPOSSIBLE!

Hvørjum skúla hava tit gingi₫ á?
Og grava vit eitt sindur djúpari, so avdúkar Mr. Messerschmidt, at §12 skal samanlesast við §3 í donsku grundlógini. Og hvat sigur so §12?, jú: ”Kongen har med de i denne grundlov fastsatte indskrænkninger den højeste myndighed over alle rigets anliggender og udøver den gennem ministrene.”

Hetta er klár tala, so tað ber ikki til at fara skeivur í málinum: ”Kongurin/monarkurin hevur hægsta myndugleika yvir øllum ríkismálum og útinnir tað gjøgnum ráðharrarnar/ministararnar!” Ráðharrarnar/ministararnir eru harvið einans "a puppet on a string" sum monarkurin spælir dukkuleikir við, tá hann situr og keðir seg. 

Og hvat sigur so §3 í donsku grundlógini? Jú: ”……. Den udøvende magt er hos kongen. …….” Tvs., at ”tað útinnandi valdið liggur hjá konginum/monarkinum." Eisini yvir øllum ríkismálum í Føroyum og Grønlandi.

ALTSO, ÚTINNANDI VALDIĐ LIGGUR HJÁ KONGINUM/MONARKINUM/REGENTINUM OG HARVIĐ IKKI HJÁ FÓLKINUM!

Hetta merkir so aftur tað, at í sokallaða Ríkisfelagsskapinum er als ikki talan um nakað demokratiskt fólkavalt fólkaræði, nei hetta er bert ein illusión, eitt fata morgana sum politisku kreftirnar síggja fyri sær í eini oyðimørk, rúsaðir við onkrum sjónhvørvis evnum.

Eg dugdi at lesa áðrenn eg byrjaði í 1. flokki. Sum tað sær út fyri mær, so duga fólk flest ikki enn at lesa við øllum sínum nýmodernaðum lærustovnum. Tey gerast býttari og býttari fyri hvønn dag sum fer.

Danska grundlógin skal ikki tulkast av korruptum juristum, men lesast og skiljast júst so sum tað har stendur skrivað. Persónliga skíti eg sjálvur á donsku grundlógina eftirsum at ein onnur grundlóg er galdandi í mínum hjarta, og hon er alt annað enn donsk! Annars er at upplýsa, at eingin av teimum sum svørja halgan eið um at yvirhalda donsku grundlógina, hava yvirhildið hana á nakran hátt. Tey bróta hana dag og dagliga.

Eg upplýsi hetta bara fyri tykkum ið lesa og sum eru heilavaskaði til at trúgva lygnini, at stýrishátturin í sokallaða Ríkisfelagsskapinum sigst vera eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræði, men so er ikki og hevur ongantíð verið tað, og fer neyvan nakrantíð at verða tað!

Tað er ikki forsætisráðharrin sum situr í førarasætinum í donsku stjórnini, men harafturímóti er tað monarkurin sum jú eisini er limur í donsku stjórnini, sum sjálvur er førarin av skútuni.

Tá minkavirksemi í DK varð avlívað uttan lógarheimild og forsætisráðharrin úttalaði seg um, at boðini komu frá hægri myndugleikum, varð dúgliga spurt av miðlunum um hvør myndugleiki sum gav boðini um at avlíva minkarnar í DK. Forsætisráðharrin royndi at snúgva sær undan átroðkandi spurninginum og tosaði dúgligani uttanum tað heila, men nógvar mánaðir seinni segði Mette F., at avgerðin var hennara aleina. Hetta var sjálvandi lygn eftirsum hon hevði áður nevnt, at boðini komu frá hægri myndugleika. Tey lúgva fólk beint upp í eyguni við einum stórum smíli á varrunum!

Og hvør annar hægri myndugleiki kundi tá vera talan um uttan monarkurin sjálvur, sum tá var danska drotningin? Síðani kann ein altíð kjakast um hvør álegði monarkinum hesi boð??? WHO, WEF, ST ella Royal and Elite of Europe?

So mikið fyri hetta sokallaða falska og svikaliga demokratiska fólkavalda fólkaræði. Fólksins skomm er risastór ikki at duga síggja hesi viðurskiftir hvussu tey veruliga hanga saman, og skommin er enn størri tá skúlar og hægri lærudeildir og tess lærarar ikki læra veruliga samanhangin í samfelagnum, men hinvegin lúgva garvilt fyri sínum næmingum uttan himpr.

>>Eg eri ímóti einum korruptum stati og einari korruptari politiskari skipan, sum er bygt á falskar fortreytir, lygnir og manipulatión, sum júst er tað vit uppliva og hava gjørt tað alt, alt ov leingi.<<

Símun A. Klein

Video 1: https://youtu.be/eymATWCHRcc?si=rycqfiQrwE7_Ikjh

Video 2: https://youtube.com/shorts/NvN48LUCY2A?si=FpgTAfazozlTcmBh

Video 3: https://youtu.be/ZO4ZvpYYo4s?si=4uqhELazbbnZSMAL

Video 4: https://youtu.be/ijsdTrK3fiw?si=c76Yf3QESidELe45 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo