Tórshavn.fo: Ternan var á tremur við fólki, og fitt av fólki luttóku til tey nógvu tiltøkini í bygdini.
Tónleikinum stóðu Kim Hansen og Hilmar Joensen fyri, og Thomas Joensen, formaður fyri Ovasavnið helt røðu.
Borgarstjórin Heðin Mortensen bar fram eina heilsan frá Tórshavnar kommunu. Í røðuni segði borgarstjórin m.a., at nólsoyingar duga at flyta seg við tíðini, og at laga seg eftir umstøðunum. Er ein leið ikki gongd, verður gingið aðrar leiðir.
Nýggja Ovasavnið er sambært borgarstjóranum ein góð loysn, sum kemur at gera sítt til, at Ove og hansara roysnið seint verða gloymd.
Heðin Mortensen nýtti eisini høvið til at rósa teimum mongu eldsálunum, sum í árvís, hava gjørt sítt til, at Ovasavnið nú er komið so mikið langt. Samstundis vissaði hann fjøldina um, at parturin hjá kommununi ikki kemur at liggja eftir.
Stór sum smá tóku eisini av møguleikanum at luttaka í eyðkendu páskaeggjaveiðuni, og í kvøld verða stovurnar hjá fólki í bygdini karmur um nógvar ymiskar konsertir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo