Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt barn er Føroya Gull og tað má verjast. Tað er ikki at spæla við og vit mugu virða barnið við allari virðing sum vit hava. Tað er upprunin av søgu menniskjans og øll vit sum eru her í dag hava forfedrar okkara stríðst fyri at geva okkum lív.

Vit skulu ikki lata sum luft og taka tamarhald á barni og bestemma um handan skal liva ella ikki bara grunda av at vit bleiv fødd áðrenn barni. Vit skulu ikki behandla eitt barn sum ein óvælkomnan gest ella ein kreft sum skal fjernast. 

Eg skilji ikki hví fólk bara tosað um mammuna og ikki um pápan sum hevur líka nógva ábyrd, at barni er komi til mamman og hevur skapt ein trubuleika sum tey siga. Vit hoyra fólk rópa, at tað er teirra kroppur og tey vilja bestemma. Men hví hava tey ikki gjørt tað áðrenn barni kom til veruleika? Eg eri samdur í tí at fólk skulu hava stýr á egnum kroppi men so mugu fólk hava stýr á tí tá tey blíva 18 ár og taka ábyrd.  Taka ábyrd hvat vit gera er ikki nakað nýtt. Eitt barn kemur ikki av ongum. 

Í KVF hoyrir man bara frá mammuni, men tað er líka týdningarmikið at pápan skal eisini koma í kjaki. At ikki taka pápan við til hetta kjaki er ein stór vandi fyri, at teir blaka allar ábyrdina til konuni og renna vekk frá trupulleikanum. Teir mugu eisini koma upp í part.

Fosturtøka skal verða tað seinasta og neyðuga viðger. Ikki tað fyrsta tá man kemur til læknan ella um man spyr tað almenna um hjálp. Vissi tey tørva kunning gev teimum kunning. Vissi tey tørva bústað gev so eitt bústað. Vissi tey tørva ansing, gev teimum ansing o.s.v. Brúka heldur tíð uppá, at hjálpa familjuni enn, at fjerna barni og einki gera við sjálva trubuleikan. 

So góði tit løgtingslimir! 

Vel lív! Minnist til, at barni er Føroya Gull!

Tey eru framtíðin hjá okkum!

Petur Asano

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo