Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samhugi við Palestina: Á ársdegnum av ágangi frá Ísraelsku herstingingi ímóti Gasa og palestinum, 76 ár av kolonialari herseting ímóti palestinum, og 365 dagar av fólkamorð ímóti palestinum í Gasa, hava tað verið kravgongur í fleiri evropeiskum býum: Keypmannahavn, Slagelse, Joensuu, Oulu, Reykjavík, Tórshavn, Turku, og Vaasa.

Fólk og sivilsamfelagskapir, grasrótarrørslur, fakfeløg og aktivistisk kollektiv um alt Evropa hava verið á gøtunum síðani fyrsta dag og skundisliga svarað áheitanini um at verja fólkini í Gasa. 

Eitt ár við fólkamorði
Vit hava sæð túsundtals børn myrd í køldum blóði, yvir 16.000 børn eru dripin og 186.000 palestinar eru antin dripnir ella særdir.

Vit hava sæð prógv um, at palestinskir fangar eru neyðtiknir í ísraelskum pínirúmum. Vit hava sæð eitt heilt fólkatal rýmt og koyrd í tjaldlegur. Vit hava sæð túsundtals hálshøgd børn og brend lík. Vit hava sæð tyssibumbuálop, sum gjørdu túsundtals libanesisk fólk til tikkandi bumbur í libanesiska samfelagnum.

Vit hava sæð Ísrael bumba upprunafólkið í Gasa, Vestara Áarbakka, Libanon, Jemen, Iran og Sýria. Alt hetta er hent seinasta árið. Og vit síggja, at yvir 900 palestinskar familjur eru fullkomiliga útruddaðar seinasta árið.

Eitt ár við frælsisstríði
Vit heiðra støðufesti og mótstøðuføri hjá palestinska fólkinum móti etniskari útreinsan og teimum óteljandi krígsbrotsverkunum, sum tey vóru útset fyri seinasta árið. Tey hava stríðst fyri virðing og frælsi, ikki bara fyri sær sjálvum men fyri øllum upprunafólkum um alt Miðeystur. Tey hava víst heiminum, at tey, hóast 100 ár av kolonialisering, standa fast við sínum sjálvsavgerðarrætti, at liva í friði og frælsi, uttan apartheid, uttan kolonialisering og uttan kúgan.

Síðani 8. oktobur hevur sivilfólkið í Gasa verið undir ógvusligum álopum frá ísraelska hersetingarherðingum. Harðskapurin í hesum álopum er definera av ICJ sum “sannlíkt fólkadráp.” 

Í Evropa hava vit sæð samhaldsrørsluna vaksa sum ongantíð áður; fólk eru farin í hópatali út á gøturnar at krevja vápnahvíld.

Rørslan blómaði og gjørdist sterkari við sínum fjølbroytni úr øllum samfelagsbólkum.

Fólk fóru ikki bara út á gøturnar til mótmælisgongur: Seinasta árið hava vit sæð hundraðtals mentanarlig tiltøk, fyrilestrar og kjak, filmssýningar, upplestur, blokadur av vápnafyritøkum og Mærsk, podcast-sendingar, alternativar tíðindasíður, tilvitingarátøk, borgarauppskot, skúlaverkføll í fólkaskúlum og miðnámsskúlum, samhaldsfestisborðhald, stuðuls konsertir, kyndlagongu, “banner drops”, konfrontatiónir við føroyskum politikarum fyri teirra tøgn, og ikki minst mótmælislegur á universitetum.

Um allar stovnarnar og øll tiltøkini hava krøvini verið tey somu og óbroytandi: Kravið var og er framvegis ein stundislig og varandi vápnahvíld og treytaleysa menniskjahjálp til Gasa.

Hesi krøv, sum vit hava savnað okkum um í nógvar mánaðir, fingu ikki góða móttøku av føroyska statinum, og í staðin vóru okkara røddir ignoreraðar, mótmæltar, fordømdar og merktar sum stuðul til yvirgang.

Evropeisku miðlarnir fingu loyvi at ráða yvir og fordøma okkum við følskum og svikaligum grundgevingum. Teir lupu á aktivistar, NGO-arbeiðsfólk, lesandi, og virknir borgarar í samfelagnum.

Royndir vóru gjørdar at fongsla fólk, fáa tey koyrd úr starvi og avdúka tey fyri at verða dømd av almenninginum - sum fjølmiðlarnir hildu, at tey høvdu í sínum hondum. Men fólk vita, hvat er rætt og skeivt; fólk vita sannleikan.

Og altjóða tiltøkini 5 okt., við sínum fjølbroytni úr øllum ættum, vísir júst, at eingin kann lúgva fyri andlitum okkara og lumpa okkum. 

Fólkini knýttu seg at Gasa við at fylgja teirra lívum og gerandisdegi undir fólkadrápinum í Gasa gjøgnum sosialar miðlar.

Vit grótu saman við teimum yvir teirra pínu; teirra smíl og lívsgleði ávirkaðu okkum, og í myrku løtunum av drápunum, gjørdust vit ill og fóru út á gøturnar til neyðmótmælisgongur mitt um kvøldið, savnaðust á gøtunum innan fáar minuttir. 

Vit í rørsluni megnaðu at verja hvønn annan og taka okkum av hvørjum øðrum við okkara samtilfeingi og við at skapa verjandi trygdarskipanir.

Og vit gjørdust sterkari, vit gjørdust tilvitað og rótfest.

Tí senda vit ein greiðan boðskap til fjølmiðlar, politikarar og kapitalistisku elituna, sum antin vinna á fólkadrápinum í Gasa við at selja ísraelsku stýrinum vápn ella hava roynt av øllum alvi at fjala fólkadrápið. 

Í dag, meðan vit standa í samhuga við Palestina og palestinum, standa vit eisini í samhuga við Libanon og libanska fólkinum.

Og tá vit standa her, ganga vit í samhuga við øllum fólkunum í økinum - vit krevja ein enda á ísraelsku hersetingini av Palestina og burturbeiningini av sionistisku verkætlanini, sum í dag bert umboðar búsetingakolonialismu, sum hvørki gagnar palestinum, libanesum ella sýrum- ei heldur trúarfrælsi fyri nakran trúarbólk ella tjóðskap millum íbugvarnar í Palestina og restina av økinum.

Vit eru ikki einsamøll her; vit eru partur av eini heimsumfatandi rørslu. Í dag eru vit ikki bara á gøtunum í Evropa. Vit ganga saman við samhaldsrørslum í USA, Kanada, Kuba, Tunesia, Jemen, Irak, Noregi, Brasil og Suðurafrika. 

Í 1960 fordømdi ST-aðalfundurin kolonialismu og øll sløg av rasuskilnaði og mismuni, líkamikið hvar og í hvørjum formi tað so kann koma fyri. Sostatt legði ST dent á trongdin at gera enda á tí. 

Vit krevja, at okkara statur setur tiltøk í verk beinanvegin við hesi yvirlýsing og:

1 - Sker øll diplomatisk, búskaparlig, mentanarlig og námsfrøðulig sambond við Ísrael sum ríki og eind – eisini vinnuna.

2 - Krevja, at allur vápnahandil við Ísrael verður steðgaður beinanvegin.

3 - Arbeiða saman við grasrótarfelagsskapum at gera eina landsætlan fyri at verja rættindini hjá øllum borgarum móti rasismu og mismuni – og ikki bara fyri eina ávísa etniska uppruna. 

Nógv siga, at Gasa hevur brúk fyri okkum, men í veruleikanum hava vit brúk fyri Gasa.

Gasa, millum bumburnar, drápini og níðingsgerðir sum tey eru fyri, hevur víst okkum vegin.

Tey hava avdúkað tey, sum ongan moral hava, og tey hava víst okkum, hvat virðing, moralskar meginreglur og menniskjalig virði merkja.

Gasa er okkara moralska kumpass, og vit fara ongantíð at sleppa hesum moralska kumpassinum. 

Tí fara vit framhaldandi at ganga út á gøturnar!

– Norðurlond fyri Palestina

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo