- Eg skilji ikki Føroya fólk, at tey stuðla hesari samgonguni, ið rekur ein stak skammleysan og hensýnsleysan politikk.
Soleiðis segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við Portal.fo tann 9. september í fjør í kjalarvørrinum av einari veljarakanning, sum var at meta sum ein lítil sigur fyri samgonguna.
Jenis sipaði í hesum sambandi serliga til spurningin um broytingina av hjúnabandslógini.
- Samgongan rekur ein skammleysan politikk og er farin í hernað ímóti Gudi, var nakað av tí, sum hann tá førdi fram.
Tað kann tó - sum vit øll vita - ganga skjótt hvønn vegin í politikki, og eftir fýra ár í einari borgarligari stjórn - og síðan tvey ár í andstøðu - er Miðflokkurin nú í samgongusamráðingum við ta somu vinstra-liberalu stjórnina, sum formaður floksins fyri 14-15 mánaðum síðan metti vera farna í hernað ímóti Gudi - um CEF samgongan væl at merkja er sinnað at ganga við til nógvu punktini, sum Miðflokkurin hevur sett fram til samgongusamráðingarnar.
Tað kann í hesum sambandi hugsast, at tað bøtir um útlitini fyri einum samstarvi ímillum CEF-flokkarnar og Miðflokkin, at Miðflokkaformaðurin sigur seg hava fyrigivið samgonguni fyri tað, sum hon gjørdi í sambandi við broytingina í hjúnabandslógini. Tó er eitt av teimum nógvu punktunum hjá Miðflokkinum, sum skilst á lagnum, at broytingin í hjúnabandslógini skal koma fyri á einari fólkaatkvøðu næsta ár.
Jenis av Rana førdi í aðrar mátar fram tann 9. september 2016, at "man enn manglar at síggja, hvat ið samgongan ætlar sær, og at tað í heila tikið kemur ov lítið av skafti, millum annað á pensjóns-og fiskivinnuøkinum, og at samgongan hevur tað við at parkera mál í nevndir".
Spurningurin er so, um hetta fer at gerast frægari, um ein CEFH-samgonga gerst veruleiki. Livst so spyrst.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo