Nú kemur sjúkrahúsverkið at liggja veingjaskotið langa tíð frameftir. Einans bert heilt neyðugar viðgerðir koma at verða framdar.
Longu í seinastu viku vórðu viðgerðirnar hjá fleiri hundrað sjúklingum útsettar til einaferð næsta ár. Um stutta tíð verður heldur talan um fleiri túsund enn fleiri hundrað fólk, ið kundu verið hjálpt, men ikki verða tað!
Alt orsakað av ábyrgdarloysi og atgerðarloysi.
Fyri tað fyrsta, ábyrgdarloysi frá fakfelagnum, sum sigur seg teir seinastu fimm mánaðirnar einki hava gjørt uttan givið, givið, og givið, og nú at enda stendur við ultimativum krøvum.
Gud viti, hvussu upprunakrøvini hava sæð út, tá tey undir samráðingunum hava slakað so nógv, sum tey siga, og kortini enda við at havna tveimum semingsuppskotum, annað uppá heili 14% og so hitt við uppaftur størri vøkstri í lønum og ymiskum ágóðum!
Fullkomuliga fyrilitarleys og ábyrgdarleys framferð!
Fyri tað næsta, atgerðarloysi frá løgmanni, samgonguflokkunum hjá Ruth og politiska systeminum annars.
Tey áttu at staðið øksl við øksl saman við henni, og við atliti at tørvandi hjálp til líðandi sjúklingar og búskapaligu fylgjurnar annars, burdu tey sjálvsagt gjørt uppskotið frá semingstovninum til lóg.
Men, har situr Ruth nú einsamøll, har hon er sett - á spískasteini. Eftir at hon hevur góðtikið tvey semingsuppskot, sum mótparturin hevur havnað, vaska samgongu- og andstøðufólk sær hendur, leggja seg afturá, meðan tey krevja, at hon heldur fram at samráðast við ein mótpart, hvørs krøv als ikki eiga at verða góðtikin, og sum ikki vil slaka tumman.
Alt samstundis sum bíðilistin hjá sjúklingunum, ið kundu fingið heilsubót, leingist fyri hvønn dag, ið gongur!
Eitt syndarligt fantilsi!
Sv. Aage Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo