Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri løgtingslimir siga seg taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”?

Felags fyri hesar løgtingslimir er, at teir fingu loyvi at liva og vórðu bornir í heim eftir 9 mánaðar í tryggum umhvørvi í móðurlívi. Fleiri av teim hava alment givið sína støðu til kennar og - í roynd og veru sagt - at hesin tryggleiki eigur við lóg at verða settur úr gildi.

Nú skal tað verða ”rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi” og ikki ”rætturin til lív hjá barninum” sum er avgerandi.

Eg eri vísur í, at ein orsøk til at hesir løgtingslimir hava hesa støðu, er, at teir ikki hava givið sær far um – ella ”skúgva frá sær”, at talan í veruleikanum er um at taka lív. Vóru teir sannførdir um tað, so hevði støða teirra verið ein onnur og høvdu tí ikki tikið undir við uppskotinum um fría fosturtøku!

Og at talan er um lív, kann eingin ivi vera um. Tí fortreytin fyri at verða føddur er, at ein støðug menning er farin fram í móðurlívi – tvs, at fortreytin fyri at eg gjørdist 12 vikur gamal, var at eg gjørdist 11 vikur gamal og fortreytin fyri at eg bleiv 11 vikur gamal, var at eg gjørdist 10 vikur gamal o.s.fr, o.s.fr.

Um støðutakan hjá løgtingslimi botnar í, at teir halda talan ikki er um ”lív” í 12. viku av graviditetinum, so loyvi eg mær at spyrja, um 12. vika ikki er fortreytin fyri menningini í móðurlívi til at blíva 13 vikur, 14 vikur, ...24 vikur…. 40 vikur?  

Fortreytir sum førdu við sær, at hesir løgtingslimir vóru bornir í heim og fingu møguleikan at taka undir við skaldinum, tá hesin so beinraki, hugtakandi og lívsjáttandi sigur “Lívið dýra undur eg var lutur av – eitt ævinleika boð av magn og anda.”

Er hetta ikki vert at hava í huga, áðrenn og tá trýstast skal á atkvøðuknøttin?

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo