Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Verjupolitikkur er málsøki, sum Danmark varðar av. Uttanríkispolitikkur er málsøki, sum Danmark varðar av.

Trygdarpolitikkur er málsøki, sum Danmark varðar av. Av tí at málsøkini eru donsk, so hava vit fyrr sæð, at danska stjórnin hevur tikið avgerð okkara vegna. Soleiðis hevur politiski veruleikin verið.

Eg skal viðganga, at tað ikki hevur verið ein nøktandi støða.

Politiski veruleikin í dag er ein annar. Føroyar blíva tiknar við í tilgongdina, um okkurt skal gerast á uttanríkis, - trygdar og verjupolitiska økinum. Væl at merkja, um vit vilja vera við í tilgongdini.

Í málinum, um at radarin skal setast uppaftur í Føroyum, kundi tilgongdin møguleika verið betri, men ein bati var tó, at føroyska skipanin tók endaligu avgerðina.

Nú hava vit ein umaftur betri møguleika at ávirka gongdina.

Í næstum fer Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, undir samráðingar um verjusemjuna, har langtíðarfígging av verjuni næstu 10 árini skal raðfestast.

Tað bleiv skrivað í danska samgonguskjalið, at føroyskir myndugleikar skuldu vera partur av hesum samráðingum.

Umframt landsstýrið, eru føroysku fólkatingslimirnir eisini við í samráðingunum.

Arktis og Norðurhøv fáa hægstu raðfesting. Milliardir av pengum skulu brúkast um okkara leiðir. Og tað er ikki uttan orsøk.

Trygdin hjá okkum skal ikki takast fyri givið. Fremmand hernaðarflogfør hava frítt at fara í okkara loftrúmi.

Fremmandir kavbátar sigla sum teimum lystir. Cyberhóttanin má takast í álvara, og vit mugu gera okkara til, at trygdin hjá okkum og okkara sameindu grannum er í lagi.

Partapolitikkur má leggjast til síðis í samráðingunum um verjusemjuna. Hetta snýr seg um trygdina í Føroyum. Ikki partapolitikk, ikki hvat ein heldur um fólkatingssessirnar, og ikki hvat ein heldur um sambandið millum Danmark og Føroyar.

Hvat vil landsstýrið við verjusemjuni?
Eg havi, saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, brúkt mánaðir at fyrireika meg. Havi tosað við aktørar í Føroyum og serfrøðingar fyri at finna útav, hvar tørvurin á íløgum í Føroyum er størstur.

Draga vit somu línu í samráðingunum, fólkatingslimirnir og landsstýrið, fáa vit ávirkan á tilgongdina. Eg eri til reiðar at seta partapolitik til viks, og arbeiða fyri tí, sum er best fyri Føroyar.

Tó tykist tað ógreitt, hvat landsstýrið vil. Opni spurningurin til landsstýrið er: Hvussu ætla tit at luttaka í samráðingunum, og eru tit til reiðar?

Grønlendski stjórnarflokkurin, IA, er komin við einum verjupolitiskum útspæli við ítøkiligum raðfestingum til verjusemjuna. Og eg haldi, at Landsstýrið í Føroyum átti skjótast gjørligt at komið við líknandi skrivi.

Samanumtikið snýr hetta um trygdina hjá okkum í Føroyum. Vit mugu taka ábyrgd og geva okkara íkast í NATO – samstarvinum. Vit mugu vísa umheiminum í verki, at vit taka ábyrgd í trygdar- og verjumálum.

Alt annað er ábyrgdarleyst.

Annu Falkenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo