Jim Olson sjeriffur sigur, at løgreglan hevur onga grund til at halda, at Prince tók sítt egna lív.
– Vit eru framvegis tíðliga í kanningini, men vit hava onga grund til at halda, at talan var um sjálvmorð, sigur hann. Tað eru heldur einki tekin um nakran løst.
Prince var funnin lívleysur av arbeiðsfólkum sínum sum hildu okkurt var á vási, tá ið tey ikki fingu samband við hann hósmorgunin.
– Tey fóru so at leita eftir honum og funnu hann lívleysan í lyftini, sigur Jim Olson sjeriffur.
Sambært Olson var Prince seinast sæddur á lívi klokkan 20 mikudagin.
Please see attached, incl is a photo of Chief Medical Examiner A. Quinn Strobl of Midwest Medical Examiners Office pic.twitter.com/aBfzB2ZjhX
— Midwest Medical Exam (@MidwestMedExam) 22. april 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo