Skúlablaðið: - Siga vit, at tað eru 15 skúlar faldaðir við trý, so hava vit leysliga mett einar 45 flokkar til samans, sum telva, sigur Helgi Dam Ziska.
Allir skúlarnir í Havn løgdu fyri fyri einum ári síðan í 1. til 3. flokk, og nú hetta skúlaárið 2017/18 eru einstakar útskiftingar í lærarahópinum, og tí eru onkrir flokkar dotnir niður ímillum, og ein 3. flokkur er vorðin ein 4. flokkur, har summir lærarar hava hildið fram at undirvísa í talvi, og í summum førum verður telvingin eisini brúkt í miðdeildini, eitt nú sum vallærugrein og kanska eisini lutvíst í 6. flokki.
Hetta skúlaárið er verkætlanin við telving víðkað til at fevna um Eysturoynna, og nú í januar og februar fer Helgi á eina rundferð í allar flokkar, sum vísa talvinum áhuga. Hann hevur sett fýra vikur av til at vitja allar flokkar, sum vilja tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo