Tann vanligi rituelli heksadansurin um ‘halga’ verkfalsrættin er av hesa ferð.
‘Bert’ 1/5 av løntakarum vóru við, og glantrileikurin fer at endurtaka seg.
Helst tørvar teim 5.000 fýra ár at vinna peningamissin av verkfallinum innaftur.
Verkføll geva nøkrum sama ‘snurr’, ið ‘grindaboð’ ella ‘eldur í’ geva øðrum.
So aftur ‘upp á gólv’ við fram- og afturstevi. Sonja, Heri og Vígdis skipa.
Vinnuhúsið verjir síni móti útreiðslum til at halda sínum kappingarføri uppi.
Spell, at 1-2 kr netto hækking skilja partarnar og føra til verkfall, ið øll angra.
Politikarar hava lítlan hug at lætta skattin til at sleppa undan verkføllum.
Hetta evnið er eitt endamál við hugleiðingunum í hesi greinini.
Almenni ‘keisarin’ fær altíð sítt
Øll gjalda landi og kommunum tað, ið ‘keisarans’ er – og ríviliga tað.
Tey taka 50-60% av okkara inntøkum, íroknað skatt, MVG, toll og avgjøld.
Tað almenna veksur og dregur fólk av tí vinnuliga yvir á tað almenna beitið.
Við hetta lag fækka tey virðisskapandi fólkini, meðan tey, ið umsita, fjølgast.
Stressmappur, skúlataskur, ryggsekkir, hvítir kitlar, teldur og jakkasett tøla.
Útreiðslur til umsiting, heilsu-, almanna- og skúlaverk hækka støðugt.
Lastin rósar úr stýriborði á bakborð, so skútan fær heldur stóra slagsíðu.
Tey, ið manna hvørja kiosk og bensinstøð, verða meiri og meiri eksotisk.
Reingerð, vátt, kalt, tungt og skitið arbeiði verða litin teim ‘littu’ upp í hendi.
Tíbetur, tí annars vórðu vit Atlantsins oyggjabúgvar bæði vát, køld og skitin.
Meinigir føroyingar minna á táttin um Petur Kúll: ‘Millum borð og stólar datt...’
Margháttligt og syndarligt
Ein kundi brosa at glantrileikunum, um hann ikki hevði so dapra baksíðu.
Talan er her um 5.000 verkfalsfólk (umframt konur og børn), øll inflatiónsoffur.
Inflatiónin herjar allan heimin. Øll eru rakt, og eingin vil bróta óndu ringrásina.
Fyrst fór Biden í kríggj við oljuvinnuna í USA og skerdi oljuframleiðsluna 20%.
Putin sá, at Biden hevur rygg og moral sum kókað spagetti og leyp á Ukraina.
So vildi Iran týna Ísrael og allar jødar. Tá lupu Hamas, Houti og Hizbollað á.
Oljan er 20% dýrari, og inflatiónin 3-falt hægri, enn tá Trump var forseti.
Onnur oljulond pumpa meiri og tjena feitt av tí, ið USA misti oljuinntøku.
Iran, Venezuela og arabar (okkara óvinir), Angola og Nigeria pumpa oljuna.
Kol, olja og gass eiga lívið í 80% av mannættini. Sól og vindur eru tvætl.
Dýra oljan trýstir prísirnar upp á flestu framleiddum vørum og øllum flutningi.
Tí tørvar øllum, eisini føroyingum, við sáttmálaløn meirii inntøku móti inflatión.
Sum hamstrarar í traðkimylnu
Tann rituella 4. árliga togtoganin er millum arbeiðgevarar- og løntakarar.
Havi kenslu av, at verkføll eru meiri vanlig, tá vinstrahall landstýri sita.
Hetta sosialistiska landstýrið skundaði sær til hús, áðrenn verkfallið kom.
Altso: Lat verkafólk knokkroyta kapitalistarnar, ið hava ráð til at gjalda.
Hægri lønir kunnu noyða smærri tænastuvirki og handlar at snara lykilin.
Aðrar vinnur kunnu flyta hægri lønarútreiðslur yvir á brúkaran at gjalda.
Brúkarar eru ikki bert verkafólk, men øll, ið keypa vørur og tænastur.
Politikarar vita, at 50% av øllum inntøkum enda í lands- og kommunukassa.
Skrúvan uttan enda: Skattgjaldarar tuska sum hamstrarar í traðkimylnu.
Neyðars 4-5 kr hægri tímaløn netto
Lukkutíð kláraðu feløgini at gjalda limum í verkfalli sáttmálaløn, uml 150 kr/t.
Tað kostaði teimum 120 mió kr íalt. Tey 5.000 í verkfalli gingu so ikki svong.
Uppsparingin hjá limunum í verkfalskassan í 4-6 ár hvarv sum døgg fyri sól.
Men yvirtíð, viðbøtur og eykaløn fyri ávísar førleikar fóru fyri skeytið í 4 vikur.
Tey o.o. gjalda meiri skatt til almennar lønir næsta ár til hægri almenna nýtslu.
Spurningurin er: Hvussu leingi klára fiski- og alivinnan at økja útflutningin?
Eingin veit, men landkassans nýtsla hækkar sum klokkan 300 mió/kr árliga.
Almenna nýtslan er nú yvir 7.000 mió/kr árliga. Klárar útflutningsvinnan meiri?
Sama kommunanna nýtsla. Hon er yvir 2.500 mió/kr árliga. Her gongur jú fínt.
Kommunurnar skatta 30.000 kr fyrr enn landið og lata sjáldan 1 kr í lætta.
Tátta skattligu tummilskrúvunar
Vit tátta (tummil)skrúvunar á skattgjaldarunum eina tonn aftrat, sum vant.
Um tímalønin hækkar 8% í ár, gevur tað eini 12-15 kr brutto meiri um tíman .
Men land og kommunur taka 60%, og tí fáa verkfólk bert 6-7 kr/t meiri netto.
Sama lønarhækking verður næsta ár, so tey fáa aftur 6-7 kr/t netto meiri tá.
Men tað svarar ikki til inflatiónina, hvørki hana í fjør, í ár ella næsta ár.
Egið tak yvir høvdið kostar 2-3 mió/kr á bygd, 3-4 mió/kr í Havn. So gloym tað.
Eitt stættabýtt land merkir: 2 vinnuligar lønir eingi, men 2 almennar eini hús.
Økt løn við verkføllum skaðar øll og alt
Føroyskar handilshillar vóru líka tómar sum í fúlastu sosialistisku pestholum.
Har standa fólk úti í kilometra langari kø til at keypa skamtaðar spillvørur.
Mjøl við músalorti (ikki kumman) í, hakkaðir gummistyvlar í farsi osfrv.
6-7 kr (eftir skatt) í hægri løn muna lítið móti verandi altjóða príshækkingum.
Ein netto tímaløn (120 kr) keypir ikki rugbreyð, margarin, mjólk, epli og ost.
60 km í bili til/frá arbeiði um dagin kostar 50 kr (við koyrifrádrátti) umfr. tunnil.
Nei, her skal onnur bót í soðið enn hægri løn og so meiri skatt, toll og gjøld.
Lægri skattur bøtir alt
Verandi skipan er sjálvoyðandi. Hon er sum at tuska í stað fram eftir sløttum.
Tað er próvfast, at 90% av hægri livistøði stends av tekniskum framstigum.
Bert 10% av hægri vesturlendskum livistøði stavar frá lønarhækkingum.
Lond uttan tøkni, maskinur og flutningstól hava bert 10% av okkara livistøði.
Tálmað almenn nýtsla, skattalættar og lønarbatar krevjast til hægri livistøði.
Verkføll um skillingar, ið kosta øllum mista inntøku av inflatión, eru skaðilig.
Lægri skattur økir reallønina og ger allan almennan og vinnurakstur bíligari.
Ein 100 mió/kr skattalætti hevði ‘økt’ netto lønini og fyribyrgt verkfallinum.
Men sosialistar krevja, at almenni geirin skal vera krumtappur í øllum.
Hvør króna niður í ella upp úr øllum lummum skal ganga um landskassan.
Almenn ‘vaskimaskina, turkitrumla og toyvindari’ eggja til svartan búskap.
Tí endurtekur tann rituelli heksadansurin seg við verkføllum 4. hvørt ár.
Fólk verða villeidd og forførd. Alsamt færri fólk verða harrar í egnum húsi.
Tað er okkara lutur við sosialismu Tað passar sosialistum sum fótur í hosu.
Tí ósjálvstøðugir ‘leigulendingar’ og vónleysir løntakar gera fleiri sosialistar.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo