Nevndin í KFUM í Havn: Mong eru tey sum kenna Ólavsøkubasarin í KFUM. Hjá fleiri hevur tað verið siðvenja at vitja á Hoydalsvegnum um Ólavsøkuna.
At hava verið fastur táttur í Ólavsøkuskránni og harvið verið við til at bjóða øllum føroyingum vælkomnum til høvuðstaðin hesa tjóðarhátíð, hevur í mong ár verið til fragd fyri okkum í KFUM.
Tað er tí við stórum sorgblídni, at nevndin í KFUM í Havn hervið boðar frá, at ongin Ólavsøkubasarurin verður í ár.
Hetta er sjálvsagt sera harmuligt, men tað kemst ikki uttan um, at vit seinnu árini hava merkt avleiðingina av, at Ólavsøkan gjøgnum tíðina er broytt. Staðfestast má tíverri, at endin er komin á hesi gomlu siðvenju, sum vónandi nógv koma at minnast aftur á við gleði.
Nevndin í KFUM vil hervið takka øllum sum sjálvboðin hava hjálpt til við Ólavsøkubasarinum hesi mongu árini og eisini øllum tykkum vitjandi.
Vit vilja somuleiðis ynskja øllum eina góða komandi Ólavsøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo