Skúlablaðið: Fyrsta tíðin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur sum vituligt er verið merkt av, at landsstýrismaðurin skal hava stundir at seta seg inn í økið, sum hann er settur at umsita. Harumframt skal ráðið eisini finna nýtt stev, tí málsøkið í ráðnum er broytt til at umfata barna- og útbúgvingarmál burturav. Økið, sum landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum umsitur, røkkur frá teimum yngstu børnunum til hægstu útbúgvingarstovnarnar. Djóni N. Joensen, sum er útbúgvin námsfrøðingur, sær nógvar fyrimunir við at leggja málsøkið, børn og útbúgving, saman á henda hátt.
- Tað eru nógvir ymiskir serkunnleikar á økinum, sum hevur við børn sum heild at gera, men eingin teirra loysir mál einsamallur. Loysnin er ofta at finna, tá ið serkunnleikin samstarvar tvørtur um mørk. Aðalmálið í arbeiðnum er, at vit hjálpa børnum best, tá ið vit arbeiða saman tvørtur um ymsu fakligu mørkini. Uppgávurnar, sum starvsfólk, ið arbeiða við børnum, hava, eru eyðkendar av, at tær gerast fleiri og fleiri, og eru mangan kompleksar og samansettar. Fyrr tú setir inn við hjálp til barnið, størri eru sannlíkindini fyri, at barnið klárar seg væl, og tað megna vit betur, um vit taka burtur ella niðurlaða forðingar fyri samstarvi, sum hava verið. Vit megna helst ongantíð at fáa tær heilt burtur, men at mørkini verða loyst upp innan øll øki, eigur at gera, at vit kunnu hjálpa einstaka barninum betur. Sumt røkkur inn í økið, sum kommunurnar varða av, til dømis barnaverndirnar, so málið er eisini, at vit fáa eitt betri samstarv millum land og kommunur, sigur Djóni N. Joensen.
Samgonguskjalið tekur nógv øki fram, sum ætlanin er at menna og bøta um í fólkaskúlanum hetta samgonguskeiðið. Har verður eitt nú sagt, at javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. At skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa skúladagin. At flokslæraraleikluturin og tvílæraraskipanin ı́ grunddeild verða styrkt. At skúladagurin verður styttur, lærugreinabýtið endurskoðað, og talið av næmingum ı́ hvørjum flokki verður lækkað. Regluligur eftirútbúgvingarleistur fer at verða skipaður fyri starvsbólkar skúlans. Eisini fer karakterstigin, læraraútbúgvingin, førleikamálini ı́ námsætlanum, skúlafrítíðin at verða endurskoðað og somuleiðis lands- og PISA-royndir. Uppgávurnar eru nógvar, og sumt fer at hava við sær, at játtanin til fólkaskúlan má økjast. Hesum er landsstýrismaðurin sinnaður at arbeiða fyri.
- Fólkaskúlin hevur leingi verið undirfíggjaður og sum heild ov lágt raðfestur. Verður hann ikki raðfestur við eini hægri játtan, so verður hann uppaftur meiri afturúrsigldur. Eg fari at arbeiða fyri, at játtanin verður størri. Hvussu nógv størri veit eg sjálvandi ikki enn. Og innan fyri ta meirjáttan, sum fólkaskúlin fer at fáa aftrat, mugu sjálvsagt raðfestingar gerast. Tá ið talan er um tað fakliga, so er tað mín fatan, at tað er í góðum hondum, men tá ið tað snýr seg um trivnaðin, so eri eg meiri stúrin. Tann umsorganarligi parturin fyllir meiri og meiri í lærarastarvinum, og lærarar hava sum er ikki nóg góðar stundir at taka sær av hesum.
Hesum raðfestingum er landsstýrismaðurin longu farin at hyggja at. Fíggjarlógin hjá farnu samgongu er farin mestsum óbroytt í tingið, men kortini hevur landsstýrismaðurin raðfest ymsar játtanir av nýggjum. Í hesum sambandi er fígging flutt av øðrum kontum til fólkaskúlan og oyramerkt til flokslæraran og skúlaleiðslurnar, sum við hesum átaki fáa meira tíð til at røkja arbeiðsuppgávurnar. Haraftrat er skjøtul settur á at gera ein eftirútbúgvingarleist.
Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2023, sum kom í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo