Sonja H. Petersen á Facebook: Sands Kommuna ger ikki mun á børnum, men foreldrum.
Sands Kommuna hevur júst felt tveimum uppskotum, sum skuldu víðka frítíðartilboðið í bygdini og harvið geva frítíðarskúlabørnum ansing í skúlaferium. Ein samd fíggjarnevnd mælti kommunustýrinum til at fella uppskotið og so bleiv, við 4 atkvøðum ímóti, 1 fyri og 2 blankar, og í seinna uppskotið bleiv atkvøtt 5 ímóti, 1 fyri og 1 blonk. Grundgevingin fyri at fella uppskotini var, at tey vilja halda fram í sama bygnaði sum nú.
Uppskotið bleiv fyrstuferð lagt fram 7. nov. 2022 og tá møttu vit upp fyri at lurta, grunda á at vit hava tørv á slíkum tilboðið. Undir tí fundinum bleiv sagt, at man kundi ikki bjóða einum barnið ansing, tí so noyddist man at bjóða øllum ansing, og harvið hava barnagarðin opnan um kvøldið og náttina fyri teimum foreldrum sum høvdu kvøld- og náttarbeiði. Tað bleiv eisini sagt, at man kundi ikki proppa børn í barnagarðin, og tað bleiv lagdur nógvur dentur á, at hettar fór at kosta kommununi pengar. Pengar! Á hesum sama fundið blivu játtaðar 800.000 kr eyka til grundstykkini, so man hevur ilt við at trúgva, at pengar eru trupulleikin.
Tá bleiv uppskotið koyrt í fíggjarnevndina og har hevur tað ligið fram til nú, um tey hava gjørt eitt ordiligt arbeiði sum t.d at kanna hvat hettar kemur at kosta kommununi ivast man í, tí vit hava spurt okkum fyri hvat tað kostar og tað er syndarligt at tað stendur so illa til í kommunukassanum, at hettar koppar fíggjarætlanini.
Nógv foreldur á Sandi hava ígjøgnum ár og dag fingið síni frítíðarskúlabørn ansaði í skúlaferium um tey høvdu tørv á tí, men tá tað bleiv okkara túrur at biðja um ansing so bleiv tónin ein annar tí okkara barn hevur Infantila Autismu, tað einasta vit fingu bjóða var at tosa við Almannaverkið, sjálvt um vit vístu á at vit hoyra ikki undir Almannaverkið í hesum førinum. Sonur okkara gongur í frítíðarskúla saman við sínum floksfelagum og megnar at vera í einum vanligum frítíðarskúla, hann eigur so eisini at sleppa at fáa ansing í skúlaferium líkasum so nógv onnur børn hava fingið áðrenn hann. Men tað er tíanverri ongin áhugið at hjálpa foreldrum sum hava tørv á ansingini.
Familjumynstrið í Føroyum er nógv broytt, ommur og abbar arbeiða fulla tíð, nógv eru einlig, nógv hava ikki stórt bakland, nógv eru tímalønt osfr, og hvør arbeiðsgevari gevur tær 13 vikur feriu um árið? Hvussu gott er tað fyri børn og foreldur at tey aldrin sleppa at halda feriu saman? Ja, man kann gott hugsa at tað bara dragar seg um nøkur ár og so eru børnini vaksin, men tað er ikki tilfeldið í okkara dømi, fer okkara barn við Autismu nakrantíð at klára seg sjálvt, tað vita vit ikki! Men eitt er so heilt sikkurt og tað er, at tað er okkara uppgáva sum foreldur at tosa fyri hann og syrgja fyri at hann fær tað besta lívið hann kann fáa, og at sita heima allar hesar vikur um árið ímeðan øll hini børnini í bygdini eru úti og spæla osfr meta vit ikki er tað besta fyri hann!
Her í kommununi er tað ikki ein spurningur um vantandi hølir ella starvsfólkatrot, tað er bara ein spurningur um vilja, og hvar er viljin hjá landspolitikkarunum til at hjálpa sínum egna fólki tá skipanin svíkjir tey!?
Landsstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum má lóggeva tað soleiðis, at øll foreldur hava somu ansingarmøguleikar til síni børn, óansæð hvat fyri kommunu tey hoyra til og óansæð um barnið ber brek ella ei. Tað er ein menniskjarættur at hava eitt sosialt lív og í skrivandi stund er tað ongin lóg í dagstovnalógini sum verjir okkara son!
Sandoyartunnillin opnar seinni í ár, her eru tvær stórar kommunur í oynni við hvør sínum barnagarði, ein kommuna bjóðar ansingarmøguleikar í skúlaferium til sínar barnafamiljur og hin ikki, báðar hava grundstykkir at bjóða, men hvør vinnur kappingina um at lokka tilflytarar til sín, ja, tað er ein góður spurningur.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo