Sum myndin vísir so var tingsalurin rættiliga tómur, tá ið atkvøðast skuldi um uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita).
Andstøðan boykottaði atkvøðugreiðsluna og rýmdi út í protest móti ódemokratisku arbeiðsgongdini í málinum.
Sum løgtingsforkvinnan eisini minti á, so skula minst 17 tinglimir vera í tingsalinum fyri at atkvøðast kann.
Samgongan, sum telur 18, hevði tann trupulleikan, at 4 samgongulimir ikki vóru á fundi og tí kundi ikki teljast upp í 17.
Hetta gjørdi so at atkvøtt verður um málið á næsta tingfundinum, men bara atkvøtt, tí viðgerðin er liðug, segði Bjørt Samuelsen.
So er spurningurin um støðan verður tann sama tá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo