Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-105/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um giktarsjúklingar í Føroyum, frá
Jacob Vestergaard, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir giktarsjúklingar eru í Føroyum, og hvussu er lutfallið millum giktarsjúklingar í Føroyum og Danmark?

2. Hví fáa giktarsjúklingar ikki biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur ikki riggar?

3. Hví er ongin reumatologur partur av visitatiónsnevndini, sum skal meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð?

Svar:
Til spurning 1

Ongi almenn tøl eru fyri, hvussu nógv fólk samanlagt hava gikt í Føroyum og tí vita vit ikki, hvussu útbreidd gikt er í Føroyum. Í sambandi við fyrispurningin hevur Sjúkrahúsverkið hugt uppá tær skrásetingar sum eru í talgildu heilsuskipanini Cosmic. Tað eru einans skrásetingar yvir teir sjúklingar, sum eru knýttir at Sjúkrahúsverkinum, t.e. sjúklingar sum eru í sjúkrahúsviðgerð. Hetta yvirlit vísir, at 1.200 fólk eru skrásett. Hetta er altso talið av fólkum, sum koma inn á sjúkrahúsið at fáa viðgerð. Hetta merkir samstundis, at tað eru ikki øll, sum hava gikt í Føroyum, sum eru partur av hesum tølum. Sambært Sjúkrahúsverkinum, er t.d. liðagikt ikki partur av tølunum. Hesi fáa tablettviðgerð og eru ikki beinleiðis knýtt at Sjúkrahúsverkinum. Ei heldur eru tølini valideraði og skulu tí takast við fyrivarni.

Sambært “Statens Institut for Folkesundhed” hava umleið 700.000 fólk í Danmark gikt, sum samstundis merkir, at umleið 1 út av 8 hava gikt. Donsku tølini fevna um øll, sum “...har en eller anden form for gigt”.

Í sambandi við fyrispurningin hevur ikki verið møguligt at kanna, út frá hvørjum grundarlagi donsku tølini eru tald upp, men hesi tølini kunnu helst illa samanberast við tey føroysku, sum einans eru skrásettir sjúklingar, sum eru í viðgerð í Sjúkrahúsverkinum. Soleiðis er í verandi støðu ikki møguligt at siga, hvussu lutfallið er millum giktasjúklingar í Føroyum og Danmark.

Landsstýriskvinnan vil arbeiða fyri at fáa betri hagtøl á giktaøkinum, soleiðis at tað í framtíðini verður møguligt at gera ítøkiligar samanberingar millum Føroyar og onnur lond.

Til spurning 2
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur biosimular heilivágur víst seg at vera eins góður og tryggur sum biologiskur heilivágur. Í til dømis Danmark, eru tískil tey allarflestu skift yvir til tann biosimulara heilivágin, eftirsum at hann er munandi bíligari at nýta. Tað er soleiðis, at tá patentini til tey originalu heilivágssløgini innan gikt ganga út, so kunnu aðrar heilivágsfyritøkur framleiða somu sløg av heilivági. Sambært Sjúkrahúsverkinum kunnu hesi verða upp í 10 ferðir bíligari at keypa.

Fyri tey allarflestu hevur umskiftið eingi hjáárin og tað vísa royndirnar í Føroyum eisini. Við heilt fáum undantøkum, so merkja sjúklingarnir ikki mun og effektin av heilivágnum er neyvt hin sama.

Spyrjarin spyr ítøkiliga um, hví giktasjúklingar ikki fáa biologiskan heilivág, tá biosimilarur heilivágur ikki riggar. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru tey vitandi um, at ikki øll kenna seg heilt trygg við umskiftið. Hetta eru viðurskifti, sum serlæknarnir eru varugir við, tá ið sjúklingar skifta frá biologiskum heilivági til biosimilaran heilivág. Læknarnir fylgja upp og kanna eftir, at biosimilari heilivágurin virkar. Er effektin ikki nóg góð, so verður gjørd ein nýggj roynd, tí ofta er nokk at gera smærri tillagingar og so vísir tað seg, at úrslitið er eins gott, sum áðrenn skiftið. Í einstøkum førum er neyðugt at venda aftur til biologiska heilivágin.

Leggjast skal afturat, at læknarnir hava skyldu at boða danska Lægemiddelstyrelsen frá øllum hjáárinum tey fyrstu tvey árini, eftir at nýggjur heilvágur er komin á marknaðin. Eisini sjúklingar kunnu boða Lægemiddelstyrelsen frá hjáárinum.

Til spurning 3
Visitasjónsnevndin er skipað sambært kunngerð og tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum velur nevndina.

Visitasjónsnevndin er sett saman av:
1) varastjóranum í Sjúkrahúsverkinum við læknafakligari bakgrund,
2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum,
3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum,
4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum,
5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, og
7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum.

Yvirlæknarnir, sum sita í nevndini, verða ikki valdir vegna sítt ítøkiliga læknafakliga øki. Um øll serlæknaøki skuldu verið umboðaði í nevndini, so vóru fleiri enn 30 limir í nevndini.

Heilsumálaráðið, 1. juni 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo