Faroe Islands International Minority Film Festival verður í Tórshavn 23.-27. juli. Filmfestivalur verður, eins og undanfarnu ár, í Perluni og Reinsarínum og samstarvar eisini við Norðurlandahúsið um sýningar og við Filmshúsið. Filmfestivalurin, sum eisini kallar seg FIMFF, er fyri minnilutar innan kyn, seksualitet, etnisitet, trúarlív og mentan og annars fyri øll, sum vilja hava meiri vitan um minnilutar.
FIMFF leggur seg eftir at vera við í feskasta samfelagsliga kjakinum um minnilutar og at koma við øðrvísi sjónarmiðum og fleiri ymiskum sjónarhornum til evnini. Høvuðsevnið í ár verður familija, og hvussu ymiskar familjusamansetingarnar kunnu vera. Evnið verður viðgjørt við at sýna eina breiða viftu av list og filmi við minnilutum og soleiðis geva eitt íkast til kjakið um tí siðbundnu heteronormativu fatanina av hvat ger eina familju.
”Vit vilja hava eina mentaða samtalu um teir ymsu møguleikarnar og hættirnar at gerast foreldur og um verandi fjølbroyttu familjumynstrini: einlig foreldur, kvir, fleir foreldur, vinir osfr. Hvørjar lógarligar broytingar mugu gerast fyri at rúma verandi fjølbroyttu familjusamansetingunum í Føroyum og geva javnlík rættindi til øll foreldur og ikki gera mismun á teimum ósiðbundnu familjunum?”, sigur Nadia Abraham stigtakri av FIMFF, ”Hesi evnini gera tað somuleiðis viðkomandi at viðgera ymsu ósiðbundnu parløgini. Hvar frá stavar tað heteronormativa parlagið? Og hvørji parløg vera viðurkend og eru lóglig í dag?”.
Hetta eru evni, sum eru sprottin úr kjakinum um foreldrarætt til samkynd foreldur í Føroyum. ”Orsøkin til, at vit hava valt hetta evnið í ár, er, at tað er av alstórum týdningini at minnilutar vera hoyrdir og sæddir í Føroyum, og at kjakið kann gerast meiri fjølbroytt og grundað í vitan og kunnleika, við m.a. at hava fólk við serkunnleika innan evnini at hava ymiskar framløgur, kjak og sýna filmar, sum viðgera evnið.”, sigur Nadia, sum heldur at kjakið mangan kann gerast ov einsporað og merkt av siðvenju heldur enn nýggjari vitan og gransking innan økið.
FIMFF 5 ár í ár
Hetta er 5. árið á rað at FIMFF verður á skránni, men tað kevur nógva tíð, orku og fígging at skipa fyri einum tílíkum filmfestivali , sigur Nadia: ”Uttan stuðul kundi hesin filmfestivalurin ikki vera ein veruleiki, tí eru vit serliga fegin um stuðulin frá Nordisk Kulturfond, og somuleiðis vóna vit, at fáa jalig svar uppá okkara umsóknir, vit hava sent út, so vit aftur í ár kunnu bjóða fólki ein filmfestival við høgari góðsku.”, sigur Nadia, sum somuleiðis takkar fyri góðu undirtøkuna frá fólki, sum eru komin til sýningarnar. ”Tað er umráðandi at einasti minnilutafilmfestivalur heldur fram, tí minnilutar hava tørv á at kunna spegla seg í filmum, list og í sínum líkum, og hava vit fingið sera nógvar jaligar afturmeldingar frá minnilutum, sum fegnast um at hava ein pall at hittast á og kenna seg møtt og javnstillað við onnur”, sigur Nadia at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo