Einar's Distillery: Fyrsta føroyska Whisky frá Einar´s Distillery, er nú búnað í 5 ár. Sambært serfrøðingum er nógv at fegnast um.
Tíð, tol og treiskni krevst, tá ið ein fæst við Whisky. Hettar er nakað, ið hevur myndað fyritøkuna Føroya Bjór við 135 árum á baki.
Einar´s Distillery, er sprottið úr hesum andanum, við smakki og góðsku. Seinastu árini hevur verið bíðað eftir búningini av whisky – hesa tíðina eru fleiri nýggjar vørur mentar m.a. Einar´s GIN, Einar´s Rom og Einar´s Bitter umframt fleiri onnur sløg.
Einar´s Distillery hevur latið fleiri whisky á marknaðin.
Fyrsta Føroyska Whisky, er nú búnað í 5 ár og er hettar nakað serstakt, ið sæð hevur verið fram til í longri tíð.
Skotsmálini av Einar´s Whisky útgávunum, hava verið sera góð, við orðingum frá serfrøðingum sum - `You are `Outscottiching the Scotch` við úrslitum á sera høgum støði.
Fakta um 5 ára útgávuna: Tappað við fullari fatstyrki 58.5%. Æðublikurin prýðir hesa 5 ára útgávuna. 354 fløskir frá 190 liturs Buffalo Trace fati.
Viðmerkingar frá serfrøðingum: "For a five-year-old, this is coming on splendidly: there is so much to enjoy here – including the barley sugars not being flattened by the drying oloroso as is often the case. Much to be happy about."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo