Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður eitt sindur av vindi í vikuni sum stendur fyri framman, men onki sum líkist tí ið vit júst hava sæð.

Ættin verður mest av vestri, millum útnyrðing og útsynning, upp í hvassan vind tá tað er mest, annars regn men eisini løtur við sól.

Í morgin verður samregn frá middegi, ættin verður sunnan og hitin um 8 stig.

Týsdagin útsynningur, 10-12 ms, regn ella ælaveður allan dagin men eisini onkrir sólglottar, hitin um 7 stig.

Mikudagin fyrst stilli og ælaveður, men sum dagurin líður eini 8-10 ms av norði og eitt sindur kaldari, 3-4 stig.

Hósdagin veksur hann sum frálíður vindin upp í 12-14 ms lágt, hitin um 7 stig og turt fyri tað mesta.

Fríggjadagin verður meira vindur og tað verður allan dagin, 12-15 ms av útsynningi, hitin um 6 stig og ælaveður

Leygardagin og sunnudagin mest útsynningur og fitt av vindi, upp í einar 20 ms onkra løtu sunnudagin, hitin 5-7 stig allan sólarringin og okkurt æli, sunnudagin kanska sum vátaslettingur.

Myndirnar eru tiknar Uppi á Mýrunum í Vestmanna tíðliga seinnapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo