Í morgin verður ættin ímillum útsynning og vestan, strúkur í vindi ella skrið, um middagsleitið fer at regna og ímóti kvøldi vátaslettingur.
Týsdagin regn tað mesta av degnum, ættin verður útnyrðingur, hitin 3-5 stig.
Mikudagin melur hann av ymsum ættum, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 3 stig.
Hósdagin veksur hann sum frálíður vindin uppí skrið ella storm av vestri, sólin sær ein stóran part av degnum men tó eisini okkurt æli og hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin og tað verður kaldari, niður ímóti frostmarkinum, og ættin hækkar uppí útnyrðing.
Næsta vikuskifti verður hann mest norðan í ættini og hitin fer at liggja um frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo