Í morgin verður ættin útsynningur men bert eitt lítið lot, 5-7 metrar um sekundið. Tað verður smáskýggjað men turt og hitin um 7 stig.
Týsdagin gul av vestri, 5-8 ms, smáskýggjað men eisini sólglottar og tað verður turt, hitin 6-7 stig.
Mikudagin verður mestsum stilli og sól ein stóran part av degnum. Ættin ímillum vestan og útnyrðing og hitin 5-7 stig.
Hósdagin fyrst lot av vestri, seinni hækkar hann uppí norðan men vindurin doyr mestsum burtur tá, sólin sær og hitin um 6-7 stig.
Fríggjadagin framvegis mestsum stilli, sólglottar og turt og hitin um 6-7 stig.
Næsta vikuskifti byrjar á sama hátt sum vikan hevur verið men sunnudagin kann væntast at vindurin verður frískari og okkurt ælstroyggj kemur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo