Í morgin fleyr til gul av ymsum ættum, sólglottar og hitin um 3-5 stig.
Týsdagin frískur vindur upp í strúk av vestri, okkurt æli fyrrapart men sól fyri tað mesta seinnapart, hitin um 7 stig.
Mikudagin minkar vindurin sum frálíður til tað verður mestsum logn, ættin verður útnyrðingur og kanska heldur kaldari.
Hósdagin framvegis mestsum stilli. Ein ond av útnyrðingi, skýggjað fyri tað mesta og kanska onkur dropi fyrrapart men annars turt og hitin upp í 8 stig.
Fríggjadagin gul av vestri, turt og hitin um 7 stig.
Næsta vikuskifti verður heldur meira vindur, serliga leygardagin, ættin vestan ella útsynningur og sami hiti, eini 7-8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo