Alla næstu viku verður gott veður, seliga vestanfyri, tí nógv verður av eysturættum, ímillum landnyrðing og landsynning. Tað verður turt fyri tað mesta og ikki so kalt, ímillum 4 og 8 stig.
Undantakið er týsdagurin, tí tá fer at regna.
Í morgin verður ættin ímillum eystan og landnyrðing, lot til frískan vind, skýggjað við onkrum sólglottum og hitin 4-6 stig.
Týsdagin strúkur í vindi høgt, sum dagurin líður verður ættin beinur eystan, samregn ein stóran part av degnum og hitin 5-7 stig.
Mikudagin skýggjað men turt burtursæð frá onkrum ælstroyggi um morgunin, ættin verður mest landsynningur, hitin 7 stig.
Hósdagin mestsum stilli, bert ein ond av landsynningi, turt og hitin um 7 stig alt samdøgrið.
Fríggjadagin frískar hann vindin nakað, framvegis av landsynningi, ælaveður, hitin framvegis um 7 stig alt samdøgrið.
Næsta vikuskifti verður ælaveður, ættin verður landsynningur, upp í strúk í vindi og hitin 7-8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo