Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin kemur hann aftur lágt, ímillum útsynning og eysturhallan sunnan, uppí ein strúk, regn fyrrapartin, ælaveður seinnapartin, hitin eini 12 stig.

Týsdagin verður mestsum stilli, ælaveður fyrrapartin, seinnapartin onkrar løtur við sól, hitin 10-12 stig.

Mikudagin gul fyrst av høgum vestri sum svarar í landsynning, okkurt æli, serliga tíðliga og seint á degnum og hitin um 10 stig.

Hósdagin veksur hann vindin uppí ein strúk av suðri ella útsynningi, okkurt æli og hitin um 11 stig.

Fríggjadagin minkar vindurin sum frálíðandi burtur og tað verður mestsum stilli, hann melur av ymsum ættum, okkurt æli og hitin um 9 stig.

Næsta vikuskifti verður ælaveður, ættin verður ímillum sunnan og vestan, lot til frískan vind og hitin 8-12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo