Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Samlaða árliga úrtøkan verður eini 84 GWt sum er áleið 20% av samlaðu føroysku elnýtsluni í fjør.

Tað skrivar miðilin Offshore-energy um samstarvið ímillum svensku fyritøkuna Minesto og SEV um at menna sjóvarfalsorkna í Føroyum.

Minesto hevur í nøkur ár gjørt royndir í Vestmannasundi, og menningararbeiðið í Heysfirði gongst eisini væl.

Martin Edlund, stjóri í Minesto, sigur, at umstøðurnar eru sera góðar.

- Vit fegnast um at tað gongur so væl í Heystfirði. Umstøðurnar eru sera góðar at gera hesar royndirnar sum ikki hava verið gjørdar áður aðrastaðni. Gongst sum ætlað kann ein heilt munandi partur av allari elorkuni, sum verður brúkt í Tórshavn, fara at koma úr sjóvarfallinum í Heystfirði, sigur hann.

SEV ger neyðugar broytingar í undistøðukervinum, so bindast kann í og streymurin leiðast til Havnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo