Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í eini sending sum eftirhondini hevur útviklað seg til at blíva eitt heilt annað slag av undirhaldi enn fyriskiparin man hava ætlað, men har ein góður vertur ferð eftir ferð megnar at bjarga øllum í land, eydnaðist í kvøld einum hepnum vinnara úr Vági at vinna ein triðing av samlaða vinninginum í Gekkinum.

Vinningurin varð býttur í trý, ein í hvønn leypin, og við fyrsta snar var vinningurin, sum var 1,1 millión krónur, í pottinum.

Teknikkurin var heldur ikki hesaferð sum hann eigur, og tí var onki snikk-snakk í sendingini, tíbetur heldur kanska onkur. Av somu orsøk fekst ongin ábending um, hvat hepni vinnarin man fara at brúka allan peningin til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo