Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skammast vit við egnar kenslur. Nei tað geri eg ikki, hvat er nú galið Gerhard.

Onkuntíð verður tú tikin á skeiva beininum.

Eg sjálvur hevði arbeitt í ein dag við at leggja spildur nýggjar bátabrúgvar niðri í Skopun. Eg
var stoltur av hesum, tá arbeiðsdagurin var liðugur. Fái eg vitjan av einum tíðinda fólki úr Kringvarpinum, sum bara gjørdi sítt arbeiði. Hann sigur kanska vit taka tað ringa fyrst í kanningini.

Hetta var umsitingin. Vit eru 2 sum hava tað uppgávuna.

Fyri okkum í Skopunar kommunu var hon í botni eftir kanningini at døma. Desverri leyp ketan av hjá mær, tí eg visti at eg sum borgarstjóri gjørdi alt fyri borgararnar næstan nátt og dag.

Fíggjarleiðarin ger alt fyri at vera fyrikomandi og tæna borgarin.

Eg brúkti tveir setningar sum ongastaðni hoyra heima, orðið kolsvørt lygn og eitt makkaverk, tað hevur KVF koyrt út aftur og aftur.

Í gjøgnum 40 ár havi eg verið nógv interviewaður bæði í landspolitikki og kommunupolitikki. Men sjáldan kenni eg meg aftur, tá eg hoyri mín boðskap í kringvarpinum, tí tit klippa tykkara boðskap til, men sjáldan til fyrimun fyri tey sum tit seta mikrofonina upp undir nøsina.

Eg droymdi ikki um at hasin setningurin kom við í interviewinum, tí tað positiva sum eg segði um bústaðarmøguleikar, sum var positivt, varð klipt vekk.

Maðurin frá Kvf, hann sá tey spildurnýggju bátaplássini, um 30 pláss, men eingin áhugi.

Eg fór inn í undirhúsið og vísti honum runt og greiddi honum frá at vit høvdu akkrát gjørt hetta válaverk undir leisti av borgarstjóranum, ongan áhuga.

Eg verði 74 ára gamal 1.11, havi boðað frá, at eg ikki stilli uppaftur. Kanska kundi kringvarpi víst hesum 40 árunum áhuga. Heldur enn at royna at psyka meg niður við at kalla meg fyri ein røvara okkurt sovorðið. 

«Men eg vil so støðuliga geva Lógum, sum gjørdu kanningina, eina treytaleysa umbering» fyri tað sum eg segði. Somuleiðis øllum øðrum sum eg gjørdi ilt.

Men Kringvarpi, gevist við at niðurgerða tykkara borgarar útum landi, men fari útum í landi og finni okkurt positivt, tí tað er nógv at taka av.

Til síðst, vit høvdu eitt sera gott tiltak, sum vit hildu í 3 dagar, Várdagar, sum borgarstjórin stóð á odda fyri, við góðum fólki, eingin áhugi.

Eg kann siga til seinast, at hetta hevur gjørt mær ringt.

Eg endi við orðinum sum eg byrjaði við:  «skammast vit við egnar kenslur» nei tær hava koyrt sítt løb.

Heilsan
Gerhard Lognberg
Borgarstjóri og fyrrverandi løgtingsmaður 
          

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo