Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Elis Poulsen andaðist mánanáttina, 67 ára gamal. Seinnu árini hevur hann verið plágaður av herviligari sjúku, og nú orkaði hann ikki meira.

Elis var skopuningur, og tað var her, hann livdi nøkur av sínum barna-og ungdómsárum.

Pápin, sum var sjómaður, var úr Skopun og mamman úr Hvalba. Pápin sigldi við íslendskum skipum, og tí flutti familjan til Íslands at búgva.

Men, sum árini gingu, og Elis gjørdist vaksin, dró longsulin hann heimaftur til Føroya, og her valdi hann at vera verandi.

Elis giftist Jonnu Krog, og saman fingu tey børnini, Miu og Ólav Enni. Teirra heim kom at vera á Kjálkanum á Sandi.

Umframt at vera kendur úr tónleika-og miðlaheiminum við sínum fólksligu sendingum, sum gjøgnum mong ár rúnarbundu so nógvar lurtarar í øllum aldursbólkum kring landið, gjørdist Elis eisini limur í Sandoyar Tjóðveldisfelag.

Elis var ógvuliga virkin í felagnum, og hann var eisini formaður í Sandoyar Tjóðveldisfelag.

Soleiðis var hann ein trúgvur stuðul í lokala umhvørvinum, eins og hann eisini var við til at bera tjóðskaparhugsjónina út til alt Føroya fólk.

Elis var virkin í sjónleikaralívinum og føstulávintsskemtinum í Sandoynni, og í sínum starvi í KvF gloymdi hann ongantíð sínar røtur í Sandoynni.

Hoyrdi tú málið í Elisi, hugsaði tú Sandoyggin!

Sum ungur, tá hann kom heim aftur úr Íslandi, eggjaði hann eisini ungdóminum í oynni til tónleik.

Vit í Sandoyar Tjóðveldisfelag vilja takka Elisi fyri alt tað, hann gjørdi felagsins vegna og fyri alla Sandoynna, og vit vilja vísa okkara djúpastu samkenslu til tykkum øll, sum mist hava, konu, børn og abbabørn.

Sandoyar Tjóðveldisfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo