Góði Jenis, tú skalt fáa eina hjartans tøkk frá mær og mínum heimi, at tú svaraði so greitt og sannførandi teimum spurningum, sum Jón Brian setti tær í sjónvarpinum í kvøld fríggjakvøldið 25. november viðvíkjandi tjóðargrundvølli okkara.
Fyri meg og mítt hús og so mong onnur í landi okkara hevur tað alstóran týdning at vita á hvønn grundvøll flokkar vilja byggja føroyska tjóðarhúsið á.
Josva, stóri leiðari Ísraels segði í seinastu røðu síni til tjóðina:
”Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna.......Men eg og hús mítt, vit skulu tæna Harranum!”
Svenning av Lofti
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo