Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

So hevur skølingurin Jóannes Eidesgaard alment viðgingið, at hann styðjar ta vitleysu bróka(loysingar)sektina, teir høgnesisku Tjóðveldistarnar.

Tað kemur als ikki óvart á meg.

Hann var jú ein politisk katastrofa fyri Javnaðarflokkin!

Eg havi í meira enn tjúgu ár roknað hann sum ein sera lunkaðan og óálítandi "partamann".

Hann hevur kryptiskt og irrationelt ballað við tveimum tungum og ofta tosað vid heilt ósamanhangandi argumentum, sum meira hava hoyrt heima í nationalistiskum skýmaskotum enn i skilagódum intellektuellum socialdemokratiskum fylkingum.

Hann hevur verið minst 70 % (bróka)-"loysingur", og slíkum hálum undanstøkkingum hava vit pragmatisku socialdemokratar slett ikki brúk fyri.

Lat hann endiliga mynstra av.

Vit eru nógv, sum ikki hava mistonkt handa falska figurin fyri nakrantíð at hava verið fullblóðs javnaðarmann, og eg veit, at Atli leit heldur ikki á hann.

Tað absurda genetiska argumentið við soninum hjá sær, er so óbúgvið, komiskt og fjákut, at tað vísir, at hann er eisini politiskt infantilur, og aldrin er blivin vaksin rationellur politikari.

Skuldi Aksel Johannesen blivið froysandi fólkaflokksmaður á ellisárum, tí onkur ommusystir hansara stillaði upp fyri Fólkaflokkin?

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo