Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú stundar aftur til val. Nógv góð valevni bjóða seg fram.  Eg havi valt at átaka mær ta ábyrgdina eisini.

Tað hevur stóran týdning, at borgarin kennir seg hoyrdan, og at mál verða avgreidd stundisliga.

Borgarin krevur skjótt svar og kunning um, nær málini verða avgreidd. Eg haldi, at vit eiga at duga hetta betur.

Vága kommuna er fyri øll, og tí eiga allir borgarar somu rættindi. Barnagarðar, frítíðarskúli, skúli og ellisheim er ábyrgdin hjá kommununi. Hesir bygningar og fólkini, ið støðast her, eiga bestu sømdir og kor.

Okkara vinnulív hevur onkuntíð verið fjøllbroyttari. Nógvar kommunur kunnu rósa sær av stórum fyritøkum og skipaflotum, og ynskiligt var, at meiri aktivitetur var á havnalagnum í Miðvági. Vit hava tó nakrar sera dugnaligar fyritøkur. Tí er tað av stórum týdningi, at vit stuðla vinnufyritøkum, ið vit hava í kommununi og eggja fleiri at fara undir vinnuvirksemi.

Skulu vit trívast í kommununi krevjast trivnaðarátøk og mentanarátøk;  eitthvørt, ið fólk kunnu savnast um. Vit hava ítróttin. Vit hava ymisk áhugafeløg, listafólk og tónleikarar, sum skipa fyri konsertum, fyrilestrum o.ø. Vit kundu tó gjørt meira, um vit stóðu saman um stór tiltøk. Sørvingar hava festival.

Kanska kundi kommunan hjálpt til at gera okkara egna samleikatiltak/átak. Vit mugu hjálpa til at skapa lív í bygdirnar.

Fíggjarstøðan hjá Kommununi er avgerandi fyri, hvussu stórar íløgur vit kunnu gera hvørt ár. Tað er týdningarmikið, at vit raðfesta stóru íløgurnar. Skuldin er stór. Vit eiga tí ikki at brúka meira, enn vit hava ráð til.

Komandi 4 árini eiga vit at miða ímóti at hesi mál verða avgreidd:

• Fleiri grundstykkir í øllum bygdum – umframt leigu- og eldraíbúðir. Tørvurin er stórur.

• Skuldin niðurgjaldast - men arbeiða fyri eini útjavningarskipan og lægri skattatrýsti.

• Partur av ungdómshúsinum skal verða í Miðvági.

• Námsfrøðiliga ráðgevingin skal styrkjast.

• Bátahylurin skal gerast betri  og ein endalig ætlan um grótbrotið á Prestlandinum

• Fleiri trivnaðarøkir skulu gerast í bygdunum m.a. stuðla at gera spælipláss í Húsagarði í Miðvági og halda fram við at stuðla teimum, ið gera spæliplássið í Sørpum í Sandavági og norðuri á Heiðum í Miðvági.

• Miðstaðarøkið í Miðvági skal gerast liðugt. Sambært sáttmála, skal býráðið (býráðsal) liggja í Miðvági - partur av parkeringsøkinum við kommunuskrivstovuna í Miðvági skal burtur. Vit skulu opna útsýnið út á vágna og fríðka um økið við Gamla skúla sum ein part av miðstaðarøkinum í Miðvági.

•Vøkur viðarlund skal gerast norðuri á Heiðum – eitt fríøki er sett av til endamálið. Viðarlundirnar í Sandavági og Vatnsoyrum skulu samstundis víðkast.

• Gongugøtu skal gerast runt vágna í Miðvági og økið niðanfyri Eik banka skal fríðkast . Gongugøtur skulu gerast í Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum, soleiðis at fólk kunnu verjast móti bilosi og larmi.

• Stuðla ítróttinum/fríðtíðarvirksemi/mentan meira enn í dag.

• Hjálpa til at seta vinnuátøk/íverksetan í gongd.

• Gera Tvørgarðsveg og Nýggjaveg lidnar.

• Gera vegir/ traðarvegir/gøtur lidnar, við gongubreytum , har tørvur er, og fríðka, asfaltera og steinseta, har tørvur er.

• Fríðka og fáa ljós á gøtuna til kirkjugarðin í Miðvági.

• Gera tað møguligt at byggja innangarðs fram við vegnum á Vatnsoyrum.

• Hjálpa til at loysa málið um kirkjugarðin í Sandavági.

• Gera ellisheimið liðugt - gera skúlagarð á Giljanesi – viðlíkahalda barnagarðar.

• Kommunan eigur at hjálpa til, at Vágar verður ein ferðavinnumiðdepil. Gera eina ætlan um hvussu vit brúka og varveita vøkru náttúruna í Kommununi.

• Skapa trivnaðarátøk/tiltøk fyri allar borgarar, í øllum bygdum.

Umframt hesi mál, liggja nógv samtykt mál klár at fremja í verki. m.a. fleiri ferðslutrygdarmál, spillivatnsætlanin o.a.

Kommunan eigur at fremja tey mál, ið verða samtykt við virðing fyri borgaranum. Ein betur og hollari kunning um hvat Kommunan arbeiðir við, hevði skapað meira nøgdsemi.

Um eg fái møgulleikan, vil eg virka fyri, at vit røkka hesum málum.

Jóhannis Joensen listi B í Vága Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo