Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

22. november í ár andaðist Jens Marius Dalsgaard á Landssjúkrahúsinum einans 67 ára gamal. Jens Marius var í 9 ár, til hann í summar fór frá vegna aldur, skrivari hjá Listafólkasambandi Føroya, LISA. Hann kendi viðurskiftini hjá listafólkunum út og inn og var nokk ein tann, sum visti mest um økið.

Jens Marius var meira enn ein skrivari hjá LISA. Jens Marius hevði eina sterka og serstaka rødd vegna listina og listafólkini. Ótroyttiligt minti hann okkum á at taka listina, hennara og okkara umstøður í álvara. Ofta var hann hittinorðaður, hann dugdi at síggja ólogiskar og absurdar samanhangir og ikki minst dugdi hann at siga tað uppá ein máta, sum fekk okkum at flenna.

Var okkurt mál, vit arbeiddu við, tungt og var stígur komin í, kundu vit vera vís í, at har kom onkur gløgg og stuttlig viðmerking frá Jens Mariusi. Tá ið vit so høvdu flent eina løtu kom hann ofta við einum uppskoti um eina gongda leið. Hann fekk við sínum serliga máta at síggja og siga tingini uppá okkum at flenna – flenna, og hugsa um støðuna hjá okkum sjálvum og okkara máta at handfara okkara kringumstøður uppá.

Eitt fínt dømi um hetta er, tá hann í eini samrøðu við okkum um list og stuðul segði: “At geva stuðul til listafólk er sum at fóðra spurvarnar í túninum. Ongin verður mettur, tú fært bara enn fleiri svangar spurvar!" Við humori lat hann okkum vita at hann helt at vit eiga at taka okkum sjálvi, okkara list, og kringumstøður í stórum álvara og tryggja okkum rættin til tað, sum er okkara. Hann lat okkum vita at tað listafólk gera hevur ein týdning fyri samfelagið, og at samfelagið eigur at vísa sína virðing og geva listafólkunum góðar umstøður.

Stutt eftir at hendan starvsnevndin tók við, fingu vit at vita at Jens Marius var sjúkur. Hóast krevjandi viðgerðir var Jens Marius til staðar í LISA arbeiðinum og í samskiftinum við starvsnevndina. Listafólk arbeiða serstakliga skiftandi tíðir á døgninum. Stundum var samskifti í starvsnevndini um morgunin og ofta um náttina. Óansæð nær á døgninum tað var, ella um talan var um vikuskifti, so svaraði Jens Marius á netinum, eisini frá síni sjúkralegu.

Sum starvsnevnd høvdu vit kensluna av, at um hann hevði orkuna, so var hann har alla tíðina og fylgdi við í tí vit gjørdu. Klárur at hjálpa og svara. Hetta var av ómetaliga stórum týdningi, tí tað var Jens Marius, sum hevði innlitið í øll tey ymsu viðurskiftini.

Tá ið hann í summar fór frá vegna aldur, vistu vit at nógv vitan hvarv úr felagnum, men vit kendu okkum trygg, tí vit kundu altíð venda okkum til hansara. So verður tíverri ikki. Tað gekst verri enn vit høvdu væntað og Jens Marius er farin alt ov skjótt.

Hóast heilsan hevur svikið seinastu árini og vit hava verið vitandi um at hann var sjúkur, so kenst tað brátt og óvæntað.

Fá fólk sum ikki sjálvi eru listafólk brúka sítt lív uppá umstøðurnar hjá listafólkum, tað gjørdi Jens Marius og tað eru vit honum takksom fyri.

Jens Marius skilti og virdi týdningin av listini og listafólkunum í samfelagnum. Við síni sterku, serstøku og stuttligu rødd tók hann til orðanna vegna listina, listafólkini og LISA. Takk fyri tað Jens Marius, tín rødd verður saknað.

Hvíl í friði.

Vegna Listafólkasamband Føroya

Starvsnevndin
Bárður Dam í Baianstovu
Marita Dalsgaard
Guðrið Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo