Líka síðan, at tað bleiv ein møguleiki, hava føroyingar vunnið til dagsins uppihald í øðrum londum.
Føroyskar kvinnur og menn, hava arbeitt á landi í Grønlandi og Íslandi og føroyingar hava fiskað við skipum, runt allan heimin.
Um føroyingar ikki vóru so flexiblir og dugnaligir, at flyta seg har pengarnir vóru, at forvinna, so hevði ofta verið hungur í Føroyum.
Tey sum hava forvunnið sínar pengar uttanlands, hava eina stóra æruna av, at Føroyar ikki er eitt U-land í dag, men eitt framkomi samfelag. Nógv innovasjón í Føroyum er eisini komin av tí vitan føroyingar hava fingið sær uttanlands.
Fyrst í hálvfemsunum fóru Føroyar so dundrandi á heysin og størsta orsøkin til tað var politiskur kleyvarskapur. Føroyingar flíggjaðu í hópatalið av landinum og vit, sum arbeiddu í privatu vinnuni, mistu meir ella minni øll arbeiði.
Føroyar komu óvanliga skjótt fyri seg eftir, at vit vóru farin á heysin - hvussu kundi hetta bera til? Jú, fólk fóru í hópatali, til eitt nú Noregs, Týsklands og Danmark, at arbeiða og fluttu tey milliónir av krónum heim til sínar familjur í Føroyum, soleiðis, at gongd kom á aftur samfelagið.
Ein skuldi trúð, at øll hesi fólkini, sum saman við teimum, sum eftir vóru í Føroyum, fingu takk fyri hjálpina frá almennu Føroyum, men so var ikki - tvørturímóti, byrjaði ein ógvuslig øvund móti okkum, sum arbeiða uttanlands og tað blívur bara verri og verri við hesum landsstýrinum, sum við hava í dag.
Hevur nakar av tykkum lisið, hvat Framsókn sigur seg standa fyri ? Her eru nøkur brot:
Framsókn vil, at tað persónliga frælsið – tey liberalu virðini – tryggja tí einstaka rættin til at liva frælst – í tráð við tey mannarættindi, ið eru okkum givin.
Framsókn vil, at Føroya fólk sjálvt forvinnur tann pening, sum skal til fyri at reka okkara samfelag – vitandi at tað bert er hegni, áræði og ágrýtni, sum kann tryggja okkum, at tað hendir.
Hvussu haldi tit, at hetta passar saman við, at tey nú í landsstýrinum vilja, at vit skullu fáa ein eyka skatt avtrat tí - at vit gjalda ríkiligt av skatti uttanlands? Hatta hongur sjálvandi als ikki saman. Tey skriva eitt, men gera nakað annað.
Tey unna okkum ikki, at fáa nakran fyrimunir aftur fyri, at vit ferðast heimin runt, at forvinna okkum til dagligt breyð og pumpa milliónir inn í føroyska samfelagið. Vit, sum arbeiða uttanlands skapa eisini innovasjón í Føroyum.
Landsstýrið, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Taks saman við Heilsutrygd, eru eitt herligt harkalið.
Heilsutrygd hevur nú í áravís jagstað okkum, sum arbeiða uttanlands og hava goldið heilsutrygd bæði í Føroyum og uttanlands.
Hetta hevur kost føroyska samfelagnum milliónir og tey hava tapt øll sakarmálini.
Hevur hetta fingið nakrar avleiðingar so ella so - nei, einki fær avleiðingar hjá tí almenna, eru fólk óbrúkilig, ja, so verða tey bara flutt í eitt nýtt starv, sum verður upprættað til tey og eisini fáa tey somu løn sum fyrr.
Landsstýrið vil ikki spara í tí almennu umsitingini, tí tey, sum har sita, ja, tey sita báðumegin borðið og ráðgeva landsstýrisfólkunum.
At klippa eitt sindur av her og der, munar einki. Tann almenni sektorurin er bólgnaður og stendur at bresta og samfelagið er við at detta sundur.
Samstundis er null arbeiðsloysi í Føroyum – vælsignaði spari nøkur av hesum fólkunum burtur, so kunnu tey fara niðan til Articon, at trekkja seymir út - so verða tey í Føroya Arbeiðsgevarfelag, kanska eisini glað!?
Man tað verða nakað annað arbeiðsgevarafelag í øllum heiminum, sum leggur eftir privatum fyritøkum, sum skapa komputansu og arbeiðpláss uttanlanda? Hetta er simpulthen so langt úti - at orð finnast ikki fyri hesum.
Vit hava ikki gloymt - at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki unti teimum, sum fortjena minst í hesum landinum, eina virðiliga lønarhækkan.
Og nú vil so Føroya Arbeiðsgevarafelag trýsta okkum, sum arbeiða uttanland, at koma heim, at arbeiða fyri eina nógv minni løn enn tað vit vinna uttanlands, hevur nakar sæð og hoyrt so galið?
Føroya Arbeiðsgevarafelag skuldi sjálvandi havt biðið landsstýrið - spart hjá tí almenna, men hvat hava tey gjørt?
Jú, tey hava kukkað í buksirnar og tað luktar illa – skammi tykkum!
Eg vóni inniliga - at vit, sum arbeiða uttanlands fara at fylkjast og skipa fyri fundum, mótmæla hart og týðuliga og steðga hesum galskapinum - ongantíð ov skjótt.
Kaj Olsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo