Ein sjóvarfals dreki av teirri støddini sum í næstum kemur til Føroya, kann einsamallur veita streym til túsund húsarhald. Hann hevur eitt veingjabreiði uppá 12 metrar og kann framleiða 1,2 MW av reinari orku inn á netið hjá SEV.
Nógvir altjóða miðlar, sum skriva um orku og orkuframleiðslu, fylgja væl við í tí sum hendir í hesum døgum, nú veruligi sjóvarfalsdrekin, sum skal avloysa prototypurnar, er ávegis til Føroya.
Síðani 2007 hevur svenska fyritøakan Minesto fingið umleið 300 milliónir krónur av granskingarpengum frá ES til at menna skipanina, sum bilaframleiðarin Saab upprunaliga byrjaði at menna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo