FSF: Sunnudagurin 24. september í 1995 var ein søguligur dagur fyri føroyskan fótbólt, og serliga fyri føroyskan kvinnufótbólt.
Hendan dagin møttust Føroyar og Írland í EM-undankappingardysti á Svangaskarði, samstundis sum hetta eisini var fyrsti altjóða skrásetti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Síðani eru 103 landsdystir komnir á loggin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og talan verður sostatt um altjóða skrásetta landsdyst nummar 104, tá Montenegro fríggjadag kemur á vitjan á Tórsvølli.
Okkara kvinnur hava fimm ferðir áður roynt seg ímóti Montenegro, og higartil hevur føroyska úrtøkan verið ein sigur, ein javnleikur, og trý tap, og samlaði málmunrin er 19-6 til Montenegro.
Fyrsti dysturin millum Føroyar og Montenegro var í apríl mánað í 2013, tá londini vóru í innleiðandi bólki saman í undankappingini til HM 2015. Úrslitið bleiv javnleikur 3-3. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, og Íðunn Egilstoft gjørdi eitt.
Fýra ár seinni vóru liðini aftur í innleiðandi bólki saman, sum tá kappaðust um at spæla seg í undankappingina til HM 2019. Tað eydnaðist eisini Føroyum at spæla seg víðari til undankappingina, og var tað millum annað við sigri á Montenegro. Á Tórsvølli vunnu Føroyar 2-1. Málskjúttarnir vóru Eyðvør Klakstein og Birita Bergsdóttir Nielsen.
Men síðani sigurin á heimavølli fyri skjótt fimm árum síðani, hava tær montenegrisku kvinnurnar havt munin, og tríggir teir seinastu dystirnir eru endaðir við sigrum til Montenegro.
Seinast londini hittust var í apríl mánað í ár. Longu í níggjunda minutti legði Sunniva Willemos Føroyar á odda við einum fantastiskum langskoti úr 20-25 metra fjarstøðu, men tá avtornaði vann Montenegro 5-1.
Hvussu verður í sætta dystinum millum Føroyar og Montenegro, og í landsdysti nummar 104 hjá føroyska kvinnulandsliðnum, fæst at vita komandi fríggjadag klokkan 16:45, tá londini hittast í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur, og er tað galdandi fyri bæði vaksin og børn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo