Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vælferðarøkið er nógv umrøtt av tykkum í valstríðnum. Lat tað ikki bert vera føgur orð, men latið tykkara vallyftir fara at endurspeglast í okkara samfelagið í komandi tíðum.

Við vanda fyri at ljóða sum ein skøvað pláta, so SKAL starvsfólkatrotið LOYSAST, skulu vit framvegis kalla okkum eitt vælferðarsamfelag. Vit mugu og skulu loysa tann ovurhondsstóra trupulleikan, at starvsfólk í heilum arbeiða undirmannaði og mugu arbeiða dupultar vaktir, tí trotið er vorðið so ovurhondsstórt.

Tað er sera ørkymlandi, at vit sum samfelag bara síggja til, at tað standa tóm kømur á ellis- og røktarheimum, tí okkum vanta starvsfólk.

Tað er hent alt ov lítið hesi seinastu nógvu árini á vælferðarøkinum. Mann hevur spart og effektiviserað, so øll saft og kraft er vundin úr starvsfólkunum. At arbeiða við menniskjum, SKAL og MÁ ikki loysast í uppgávum. Tað krevur tíð, at arbeiða við einari heildarrøkt. Vit mugu fara vekk frá at sløkkja eldar, tí tað kann ikki forsvarast fakliga, og tað er við til at sløkkja neistan hjá starvsfólki, ikki at hava ta tíð tað tekur, at veita eina fakliga góða røkt.

Hvussu loysa vit so starvsfólkatrotið?

Har er einki quick fix ella nakar gandastavur, ið fær gandað okkum ein nýggjan veruleika. Tað skal hart arbeiði til.

Alt eldraøkið má uppraðfestast, har vit hyggja eftir trupulleikunum og avbjóðingunum vit kenna:

Fyri at skapa betri karmar, mugu fleiri starvsfólk vera til arbeiðis á einari vakt. Hvussu gera vit so tað og hvar finna vit hesi starvsfólk?

- Vit kunnu byrja við at gera eina minimumsnormering við lóg, sum forðar leiðslum at spara í røktini, sum vanligt er. Tað vil so tryggja eina betri fakliga góðsku og nøgdari starvsfólk.

- Allar vaktir skulu vera á 8 tímar og ikki hesar stuttu vaktir, sum oyðileggja meir enn tær gagna og eru sáttmálabrot. Tað er eisini eitt greitt tekin frá arbeiðsgevarum, at virðingin og holdningurin fyri fakinum, er so sum so.

- Vit hava ein fantastiskan Heilsuskúla, men tilgongdin er ov lítil og har er tað fíggjarstøðan, ið er ein forðing hjá nógvum og tað er stórt spell at nøkur setast aftur av fíggjarávum.

- Land og kommunur MUGU seta seg saman og fáa loyst hendan trupulleikan, so vit fáa útbúgvið fleiri heilsuhjálparar. Løn undir lesnaði, er eitt krav, skulu vit fáa størri tilgongd av heilsuhjálparanæmingum.

- Sjóneykan má setast á lønina hjá heilsuhjálparum. Lønarhækkingin er etin upp av inflatiónini. So har má setast inn við hjálp og stuðli, fyri at lætta um gerandisdegin hjá hesum láglønarbólki. Nógv uppskot hava verið umrødd, m.a at taka MVG burtur av neyðsynjarvørum, skattalætta, lønarpulju til láglønt osfr. Fáið framt hesi uppskot í verki ongantíð ov skjótt, tí tað eru fleiri ið merkja fíggjarkreppuna, ið hava svøvnleysar nætur og eru stúrin, tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman.

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo